25. februar 2009Nr. 19
Kunngerð um broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noregi og ES-londum
§ 1
Í kunngerð nr. 23 frá 16. mars 2005 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noregi og ES-londum verður gjørd henda broyting:
Aftaná § 1 verður sett:
“§ 1a. Hóast ásetingina í § 1, nr. 8 er øll veiða við øllum veiðihættum hjá øllum fiskiførum bannað á Føroya Banka til og við 31. august 2009, innan fyri somu linjur drignar millum somu støð, sum ásett í § 1, nr. 8.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi aftur 1. september 2009.
Fiskimálaráðið, 25. februar 2009
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)