Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2020Nr. 193
Kunngerð um ástøðiliga fjarundirvísing av koyrinæmingum og útsetan av fyrstahjálparskeiði í ferðsluni vegna COVID-19
Við heimild í § 18, stk. 7-9 og § 19, stk. 4 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, verður ásett:
§ 1. Ástøðilig koyrifrálæra sbrt. § 22 í koyrikortkunngerðini, kann verða framd sum fjarundirvísing, treytað av, at koyrilærarin tryggjar sær, at koyrinæmingurin hevur lært lutmálini í frálæruætlanini í ástøði á nøktandi hátt, og at meginreglan um samskipaða frálæru í ástøðiligari og verkligari koyrifrálæru verður fylgd. Koyrilærarin váttar hesi viðurskifti við undirskrift síni í lesiætlanini.
§ 2. Koyrinæmingar, sum fara til koyriroynd í tíðarskeiðnum 1. januar til og við 31. desember 2021, har tað krevst eitt fyrstahjálparprógv í ferðsluni sbrt. § 21 a í koyrikortkunngerðini, kunnu fara til koyriroynd í hesum tíðarskeiði, uttan at hava lokið eitt fyrstahjálparprógv í ferðsluni, treytað av, at tey áðrenn 31. desember 2021 skjalprógva fyri Akstovuni, at tey hava lokið eitt fyrstahjálparprógv í ferðsluni.
Stk. 2. Koyrikort, sum verða útskrivað sbrt. stk. 1, fáa gildistíð til 31. desember 2021 og kunnu verða endurnýggjað við einum fyrstahjálparprógvi í ferðsluni.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021 og fer úr gildi 1. januar 2022.
Stk. 2. Fyri koyrikort, sum eru útgivin áðrenn 1. januar 2021, uttan at hava lokið fyrstahjálparprógv í ferðsluni, og sum fer úr gildi 31. desember 2020, kann gildistíðin verða longd, sbrt. § 2.
Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)