Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2021Nr. 193
Kunngerð um broyting í kunngerð um samsýning til fosturforeldur
(Javning av samsýningum og veitingum og broyttur inngangur)
§ 1
Í kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur, sum broytt við kunngerð nr. 159 frá 13. desember 2018 og kunngerð nr. 146 frá 19. oktober 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020, verður ásett:”
2. § 1, stk. 1-4 verða orðað soleiðis:
“Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 122,52 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn.
Stk. 2. Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 161,33 kr. til børn undir 10 ár, og 169,82 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 150,41 kr. fyri hvørt barnið.
Stk. 3. Eisini verður eitt fast gjald um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er:
1) 3-6 ár er gjaldið 40,82 kr.
2) 7-10 ár er gjaldið 86,74 kr.
3) 11-13 ár er gjaldið 112,26 kr.
4) 14-15 ár er gjaldið 178,59 kr.
5) 16 ár og eldri er gjaldið 280,64 kr.
Stk. 4. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til kr. 8.474,24.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022.
Almannamálaráðið, 22. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)