Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 30-12-2017
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 193 frá 29. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. desember 2017Nr. 193

Kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 132 frá 28. september 2018

Við heimild í § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 4 og stk. 2, nr. 8 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki o.a.

§ 1. Henda kunngerð ásetir reglur um minstamát á fiski, reiðskap og fiskileiðir hjá føroyskum fiskiførum, ið eru skrásett í Føroyum, og sum fiska í føroyskum sjógvi.

Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri smábátar, sum fiska til húsbrúk.

Allýsing

§ 2. Grundlinjur í hesi kunngerð eru tær, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.

Minstamát

§ 3. Fiskur, ið ikki stendur mát sambært skjali 1, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur. Veiðan av undirmálsfiski fyri hvønn túr skal ikki vera meiri enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Veiðan av undirmálsmakreli kann tó vera upp í 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.

Kapittul 2

Reiðskapur

§ 4. Einki fiskifar kann nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 145 mm, tó undantikið í teimum førum, sum nevnd eru í §§ 14-17.

Stk. 2. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir §§ 5 og 6 skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.

Stk. 3. Skovlváð, trol, snurriváð og líknandi net skulu, tá fiskifør eru stødd ella sigla á teimum í §§ 15 og 17 nevndu leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðum, og á leiðum, har veiða við hesum reiðskapi ikki er loyvd, vera burturstúgvað á sínum natúrliga staði.

Faststandandi og drívandi reiðskapur

§ 5. Allar boyur á faststandandi ella drívandi fiskireiðskapi, so sum lína, teinar, rúsur, gørn o.a., skulu vera merktar við havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum.

Stk. 2. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari.

Stk. 3. Hevur fiskifarið ikki havnarkenningarnummar, skulu boyurnar vera merktar við navni og bústaði hjá eigaranum.

Bummtrol

§ 6. Veiða við bummtroli, skovlváð, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd.

Tal av trolum

§ 7. Einki fiskifar kann nýta meira enn eitt trol í senn.

Trolposin

§ 8. Tvørmátið á tráðnum í posanum, 8 teir aftastu metrarnir av trolinum, skal ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan, millumstykkið, skal ikki vaksa í ummáli úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvirpartinum og undirpartinum skulu vera eins. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvirpláturnar og undirpláturnar eru eins. Ummálið í forkanti á posanum skal ikki vera víðari enn afturkanturin á millumstykkinum. Loyvt er at sneiða 3 teir aftastu meskarnar í posanum inneftir.

Stk. 2. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt:

1)   At knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar, á undirsíðuna av trolposanum, fyri at minka um slit.

2)   At lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið, og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis, at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk.

Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka gjarðir, rundstroppar, tó er loyvt at hava eina gjørð, lyftistropp, í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan.

Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi.

Kapittul 3

Veiða við línu

§ 9. Fiskifør, størri enn 90 tons, hava ikki loyvi at veiða við línu innan fyri 6 fjórðingar úr grundlinjunum.

Stk. 2. Fiskifør, millum 15 og 90 tons, sum hava egningarmaskinu, hava ikki loyvi at veiða við línu innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   62°05,700 N  007°43,500 V

2)   62°11,000 N  007°20,000 V

3)   62°19,000 N  007°14,000 V

4)   62°23,500 N  006°48,000 V

5)   62°24,700 N  006°33,000 V

6)   62°22,000 N  006°15,000 V

7)   62°20,500 N  006°12,000 V

8)   62°14,000 N  006°16,500 V

9)   62°11,000 N  006°23,500 V

10) 61°57,500 N  006°33,500 V

11) 61°50,000 N  006°35,000 V

12) 61°19,200 N  006°39,000 V

13) 61°28,000 N  006°53,500 V

14) 61°36,500 N  007°02,000 V

15) 61°55,000 N  006°59,500 V

16) 62°05,700 N  007°43,500 V

Kapittul 4

Veiða við gørnum

Leiðir fyri tosk, hýsu og upsa

§ 10. Veiða við gørnum eftir toski, hýsu ella upsa er ikki loyvd í teimum í stk. 2 og 3 nevndu tíðarskeiðum og leiðum.

Stk. 2. Alt árið innan fyri 30 fjórðingar úr grundlinjunum.

Stk. 3. Alt árið á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støð:

1)   60°50,000 N  007°57,000 V

2)   61°03,000 N  007°57,000 V

3)   61°15,500 N  008°16,000 V

4)   61°13,333 N  008°42,200 V

5)   61°00,000 N  009°11,000 V

6)   60°48,666 N  009°25,000 V

7)   60°24,000 N  009°07,000 V

8)   60°50,000 N  007°57,000 V

Leiðir fyri sild, reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi

§ 11. Á innaru leið, ið er sjógvurin innan fyri grundlinjurnar, er beinleiðis veiða eftir sild, reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi loyvd við upp til 10 gørnum fyri hvørt fiskifar. Longdin á hvørjum garni skal ikki fara upp um 30 favnar. Tó er ikki loyvt at seta gørn nærri landi enn 30 m mált frá hægstu fjøru. Við áarósa skulu gørn ikki setast nærri enn 100 m roknað frá ósarmunnanum mált frá hægstu fjøru.

Stk. 2. Loyvt er ikki at nýta sildagørn, har meskurin í nøkrum parti av garninum fer upp um 70 mm.

Stk. 3. Í veiði eftir reyðsprøku, tungu, skrubbu og rognkelsi er ikki loyvt at nýta gørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara ávikavist niður um 125 mm og upp um 135 mm.

Kapittul 5

Veiða við troli

Stødd á meskum

§ 12. Í beinleiðis veiði eftir upsa, blálongu, langasporli, stinglaksi, kongafiski og flatfiski er loyvt trolarum at nýta mesk minni enn 145 mm.

Uppsjóvartrol

§ 13. Beinleiðis veiða eftir toski, hýsu, upsa og kongafiski við uppsjóvartroli er ikki loyvd.

Upsi

§ 14. Í beinleiðis veiði eftir upsa er loyvt at nýta 135 mm í posanum, ið kann vera í mesta lagi 8 teir aftastu metrarnir. Beinleiðis veiða eftir upsa merkir, at meira enn 50% av vektini í hvørjum háli er upsi.

Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir upsa skal trolið, uttan mun til meskastødd í posanum, hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal vera úr stáli ella líknandi tilfari, sum stendur mát undir trýsti. Ristseksjónin skal setast inn millum bellin og millumstykkið. Gloppið millum rimarnar skal vera í minsta lagi 55 mm. Vegna skaða á ristina kann gloppið millum rimarnar tó víkja 10% niður um tað ásetta. Hallið á ristini skal vera 20-40˚. Ristin skal hella niðureftir, soleiðis at fiskur, sum kemur aftur ímóti ristini, og sum sleppur millum rimarnar, fer ígjøgnum ristina og úr trolinum, ímeðan tann størri fiskurin, sum ikki sleppur millum rimarnar, fer niðureftir og aftur í trolposan. Skjal 2 vísir skitsu av rist og ristseksjón.

Blálonga, langasporl og stinglaksur

§ 15. Í beinleiðis veiði eftir blálongu, langasporli og stinglaksi er loyvt at nýta 100 mm í posanum, ið kann vera í mesta lagi 22 m til longdar og 135 mm í restini av trolinum á leiðum sunnan fyri 61°45,000 N og vestan fyri 009°00,000 V og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum staðfestingarnar 60°30,000 N 007°00,000 V og 60°00,000 N og 06°00,000 V.

Stk. 2. Beinleiðis veiða eftir blálongu, langasporli og stinglaksi merkir, at meira enn 50% av vektini í hvørjum háli er blálonga, langasporl og stinglaksur. Ikki er loyvt at toga á dýpi grynri enn 500 m.

Kongafiskur

§ 16. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski er loyvt at nýta 135 mm í posanum og í restini av trolinum. Beinleiðis veiða eftir kongafiski merkir, at meira enn 50% av vektini í hvørjum háli er kongafiskur.

Flatfiskur

§ 17. Í beinleiðis veiði við troli eftir flatfiski á teimum leiðum, sum eru settar út í stk. 2, er fiskiførum við 500 HK maskinorku ella minni, og sum hava loyvi til hesa leið, loyvt at nýta trol, sum ikki í nøkrum parti hevur meskar, ið fara niður um 120 mm, og sum hevur innsetta rist við 40 mm millum rimarnar. Hevur trolið ein ovara posa í samband við ristina, skal meskavíddin í hesum minst vera 180 mm og vera gjørdur úr dupultum tráði 6 mm til tjúktar.

Stk. 2. Leiðirnar, ið loyvt er at royna á undir treytunum í stk. 1, eru hesar:

1)   Frá 1. juli til 1. september, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum, 62°08,800 N 007°26,000 V, og innan fyri linjur drignar millum 62°30,000 N 007°45,000 V, 62°30,000 N  007°30,000 V og 62°26,083 N  007°30,000 V.

2)   Frá 1. juli til 1. september, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar úr grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30,000 V og norðan fyri breiddarstigið 62°25,000 N.

3)   Frá 1. juli til 1. september, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 06°30,000 V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44,000 N - 06°30,000 V og 62°37,000 N - 06°00,000 V.

Stk. 3. Beinleiðis veiða eftir flatfiski merkir, at hjáveiða av toski og hýsu ikki fer upp um 35% av samlaðu vektini fyri hvønn túr.

Stk. 4. Fiskifør, sum hava loyvi at fiska sambært undantaksreglunum eftir flatfiski, kunnu ikki á sama túri skifta millum vanligt trol og trol sambært undantaksreglunum, ella øvugt.

Kapittul 6

Fráboðanarskylda

§ 18. Fiskifør, sum fiska sambært undantaksreglunum í §§ 14-17, og fiskifør í beinleiðis veiði eftir upsa, uttan mun til meskastødd, skulu boða fiskiveiðieftirlitinum frá, tá ið tey byrja og enda henda fiskiskap.

§ 19. Um fiskifør, sum fiska sambært undantaksreglunum í §§ 14-16, hava størri enn 50% íbland av øðrum fiskasløgum, skal Vørn hava boð um hetta, og skal fiskiskapurin eftir hesum fiskasløgum steðga beinanvegin.

Stk. 2. Loyvt er ikki at skifta aftur til meskar sambært undantaksreglunum í §§ 14-17 á sama túri.

Kapittul 7

Revsireglur og gildiskoma

§ 20. Brot á § 3, 2. pkt, §§ 4-7, § 8, stk. 1-3, §§ 9-11, §§ 13-14, § 15, stk. 1 og 2, 2. pkt., § 16, § 17, stk. 1-2 og 4, og §§ 18-19 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87, stk. 1 og 2 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

§ 21. 1) 2) Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018. Tó kemur § 14, stk. 2 í gildi 1. mars 2019.

Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum.

 

 

Fiskimálaráðið, 29. desember 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

 

Minstamát á fiski

 

 

 

cm

Toskur (Gadus morhua)

40

Hýsa (Melanogrammus aeglefinus)

37

Reyðsprøka (Pleuronectes platessa)

40

Lálla (Glyptocephalus cynoglossus)

28

Tunga (Microstomus kitt)

30

Kalvi (Hippoglossus hippoglossus)

45

Sild (Clupea harengus)

22

Glaskvoysa (Lepidorhobmus whifflagonis)

25

Laksur (Salmo salar)

60

Hvítingur (Merlangius merlangus)

30

Stórur kongafiskur (Sebastes marinus)

30

Trantkongafiskur (Sebastes mentella)

30

Blálonga (Molva dipterygia)

60

Longa (Molva molva)

60

Brosma (Brosme brosme)

40

Langasporl (Coryphaenoides rupestris)

40

Gulllaksur (Argentina silus)

28

Havtaska (Lophius piscatorius)

50

Upsi (Pollachius virens)

45

Svartkalvi (Rheinhardtius hippoglossoides)

35

Makrelur (Scomber Scombrus)

30

 

 

 

 

Skjal 2

 

Skitsa av skiljirist

 

Skiljiristin hevur til endamáls at skilja stóran fisk frá smáum, soleiðis at tann smærri fiskurin fer gjøgnum ristina og út, ímeðan størri fiskurin verður leiddur aftur í posan.

 

 


 



1) Broytt við kunngerð nr. 26 frá 22. mars 2018.

2) Broytt við kunngerð nr. 132 frá 28. september 2018.