Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2021Nr. 194
Kunngerð um ástøðiliga fjarundirvísing og útsetan av fyrstahjálparskeiði í ferðsluni vegna COVID-19
Við heimild í § 18, stk. 7-9 og § 19, stk. 4 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, verður ásett:
§ 1. Ástøðilig koyrifrálæra sbrt. § 22 í koyrikortkunngerðini, kann verða framd sum fjarundirvísing, treytað av, at koyrilærarin tryggjar sær, at koyrinæmingurin hevur lært lutmálini í frálæruætlanini í ástøði á nøktandi hátt, og at meginreglan um samskipaða frálæru í ástøðiligari og verkligari koyrifrálæru verður fylgd. Koyrilærarin váttar hesi viðurskifti við undirskrift síni í lesiætlanini.
§ 2. Koyrinæmingur, sum fer til koyriroynd í tíðarskeiðnum 1. januar 2022 til og við 31. desember 2022, har tað krevst eitt fyrstahjálparskeið í ferðsluni sbrt. § 21 a í koyrikortkunngerðini, kann fara til koyriroynd í hesum tíðarskeiði uttan at hava lokið eitt fyrstahjálparprógv í ferðsluni.
Stk. 2. Koyrikort, sum verður útskrivað sbrt. stk. 1, fær eina gildistíð til 31. desember 2022.
Stk. 3. Skjalprógvar persónur, sum hevur fingið koyrikort við gildistíð sbrt. stk. 2, áðrenn 31. desember 2022, at viðkomandi hevur lokið eitt fyrstahjálparprógv í ferðsluni, kann koyrikortið endurnýggjast.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022 og fer úr gildi 1. januar 2023.
Stk. 2. Fyri koyrikort, sum eru útgivin áðrenn 1. januar 2022, uttan at hava lokið fyrstahjálparprógv í ferðsluni, og sum fer úr gildi 31. desember 2021, kann gildistíðin verða longd sbrt. § 2.
Fíggjarmálaráðið, 17. desember 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)