Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. desember 2025Nr. 195
Kunngerð um samsýning og løn til kirkjutænarar og hjálparfólk í fólkakirkjuni
Við heimild í § 33 í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir mesta mark fyri, hvat samsýning ella løn og eftirløn til kirkjutænarar og hjálparfólk í fólkakirkjuni kann vera.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um skrivstovufólk í fólkakirkjuni.
Samsýning ella løn fyri kirkjuligar tænastur
§ 2. Samsýning ella løn og eftirløn fyri tænastur kann í mesta lagi vera samsvarandi tímalønini á lønarstigi 1 í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Stk. 2. Tá talan er um arbeiðsuppgávur, ið krevja heilt serstakar førleikar, kann Stiftsstjórnin loyva, at samsýnt verður sambært øðrum sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsuppgávan, ið loyst verður, er avgerandi fyri, hvør sáttmáli verður nýttur.
Serstakt um urguleikarar
§ 3. Er tænastan sum urguleikari ikki sjálvboðin, kann samsýningin ella lønarlagið í mesta lagi vera grundað á fakligar førleikar og ásett tímatal við atliti at kirkjuligum tænastum, sum ásett í hesi kunngerð.
Stk. 2. Uttan mun til treytir fyri eftirløn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya annars, verður eftirløn rindað av øllum samsýningum ella lønum. Eftirlønargjaldið er ájavnt við eftirlønarprosentið í lønartalvuni fyri tann í 1. pkt. nevnda sáttmála.
§ 4. Tímalønin í sambandi við urguleik er í mesta lagi 100% av tímalønini, sum urguleikari, sum hevur kandidatútbúgving í urguleiki frá tónlistaháskúla kann fáa sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya, stig 9.
Stk. 2. Í øðrum førum kann tímalønin í sambandi við urguleik í mesta lagi vera, sum tilskilað í nr. 1-5:
1) Urguleikari, sum ikki hevur viðkomandi útbúgving, kann fáa upp til tímalønina, sum lærari, sum ikki lýkur treytirnar í § 2, stk. 2 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya.
2) Urguleikari, sum hevur elementert urguleikaraprógv, EO, musikkskúlamiðnámi ella aðra tónlistaliga útbúgving, kann fáa upp til tímalønina, stig 2 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya.
3) Urguleikari, sum hevur preliminert urguleikaraprógv, PO, ella samsvarandi, kann fáa upp til tímalønina, stig 4 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya.
4) Urguleikari, sum hevur bachelor útbúgving í urguleiki, sum er 3-4 ára útbúgving á lærdum tónlistaháskúla ella hægri útbúgving, sum tó er lægri enn kandidatútbúgvingin, kann fáa upp til tímalønina, stig 7 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya.
5) Urguleikari við aðrari tónlistaútbúgving hægri enn á bachelorstigi, kann fáa upp til tímalønina, stig 7 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya.
Hámark
§ 5. Hámarkið fyri tímatal í sambandi við urguleik, íroknað fyrireikingartíð, er:
1) fyri hámessu í mesta lagi 4 tímar,
2) fyri føstugudstænastu í mesta lagi 4 tímar,
3) fyri brúðarvígslu ella jarðarferð í mesta lagi 3 tímar,
4) fyri kórseting ella dóp í mesta lagi 2 tímar,
5) fyri lestur í mesta lagi 2 tímar,
6) fyri tónlistarliga borin kvirrutiltøk og líknandi tiltøk í mesta lagi 3 tímar,
7) fyri konsertir og onnur tónlistarlig tiltøk í mesta lagi 3 tímar, og
8) fyri kórleiðara í mesta lagi 3 tímar um vikuna.
Avloysari fyri urguleikara
§ 6. Avloysari fyri urguleikara fær løn ella samsýning samsvarandi §§ 4 og 5.
Føst løn fyri urguleikara
§ 7. Skal urguleikari starvast hálva tíð ella meira, kann hann verða fastløntur.
Stk. 2. Tá ið føst løn til urguleikara verður ásett, kann urguleikari setast í starv og lønast við mánaðarløn og eftirløn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya, og eru reglurnar í §§ 4 og 5 at nýta samsvarandi í mun til flokking.
Gildiskoma og skiftisregla
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026.
Stk. 2. Avtalur, sum ikki eru í samsvari við ásetingarnar í kunngerðini, og sum eru gjørdar, áðrenn hendan kunngerðin kemur í gildi, skulu í seinasta lagi 1. januar 2027 verða endurskoðaðar samsvarandi ásetingunum í hesi kunngerð.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 5. desember 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)