22. desember 2021Nr. 195
Kunngerð um veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum 2022
Við heimild í § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda veiðigjald av veiðu av botnfiski í Barentshavinum.
Stk. 2. Veiðigjaldið er kr. 0,85 fyri hvørt kilo fiskað í rundari vekt.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022.
Fíggjarmálaráðið, 22. desember 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)