Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. desember 2020Nr. 197
Kunngerð um broyting í kunngerð um stuðul til at keypa bil o.a. sambært forsorgarlógini
(Broytt heiti, broytt heimildaráseting o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 16 frá 6. mars 2007 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um stuðul til at keypa bil o.a.”
2. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 26, stk. 6 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:”
3. Í § 1, stk. 1, § 24, stk. 1, nr. 4, § 27, § 30, stk. 2, § 32 og § 34, stk. 1 og 3 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
4. Heitið á kapitli 2 verður orðað soleiðis:
“Heilsutreytir og vinnutreytir”
5. Í § 5 verður “sjúku/breki” broytt til: “sjúku ella breki”.
6. Í § 13, stk. 2 verður “rentu- og avdráttarfrítt” broytt til: “rentufrítt og avdráttarfrítt”.
7. Í § 19 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
8. Í § 19, § 23, stk. 3, 1. pkt. og § 26, stk. 1 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”.
9. Í § 23, stk. 1 verður “og/ella” broytt til: “og”.
10. Í § 26, stk. 3 verður “Almannastovunnar” broytt til: “hjá Almannaverkinum”.
11. § 31 verður orðað soleiðis:
“§ 31. Upphæddin í § 8, stk. 1 í hesi kunngerð og § 26, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur verður javnað sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.”
12. Í § 33, stk. 1 verður “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 16. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)