Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 15-12-1993
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 198 frá 15. desember 1993 um gjald fyri avrit og fotoavrit eftir lógini um innlit í fyrisitingina.

Við heimild í § 16, stk. 3 í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Fyri avrit ella fotoavrit av skjølum í einum máli, ið verða latin sambært lógini um innlit í fyrisitingina, krevur viðkomandi myndugleiki 20 kr. fyri fyrstu síðuna og 1 kr. fyri hvørja byrjaða næstu síðu, jbr. tó §§ 2-3.

Stk. 2. Reglan í stk. 1 er eisini galdandi í førum, har ein fyrisitingarmyndugleiki gevur høvi til skjalainnlit í størri mun enn myndugleikin hevur skyldu til, jbr. lógarinnar § 4, stk. 1, 2. pkt.

§ 2. Gjald kann ikki verða kravt fyrstu ferð skjalainnlit verður givið við avriti ella fotoavriti av skjølunum í einum máli, tá

1)   skjalið er latið sambært lógarinnar § 4, stk. 2, ella § 9.

2)   hann, ið fær eitt avrit ella fotoavrit av skjølunum í einum máli, av viðkomandi myndugleika verður biðin um ummæli til nýtslu í viðgerðini av málinum.

Stk. 2. Heldur ikki kann gjald verða kravt, tá myndugleikin uttan greiða áheitan um hetta, gevur viðkomandi skjalainnlit við avriti ella fotoavriti av skjølunum.

§ 3. Um tað við lóg ella sambært lóg er ásett hægri gjald fyri avrit ella fotoavrit av einum ávísum skjali, verður tað gjaldið kravt.

§ 4. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1994.