16. desember 2020Nr. 199
Kunngerð um broyting í kunngerð um endurvenjing innan Almannaverkið
(Broytt heimildaráseting, áseting um hjálparráð sum liður í endurvenjing)
§ 1
Í kunngerð nr. 20 frá 21. mars 2017 um endurvenjing innan Almannaverkið, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 37, stk. 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verður ásett:”
2. Aftan á § 6 verður sett:
“§ 6 a. Almannaverkið kann játtað persóni, sum fær endurvenjing frá Almannaverkinum, stuðul til hjálparráð sbrt. § 29, stk. 1 í løgtingslógini, hóast viðkomandi ikki lýkur treytina um varandi tørv, um mett verður, at hjálparráðið kann stuðla undir, at persónurin kann endurvinna mistar førleikar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 16. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)