Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. januar 2025Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um Mentanargrunn Landsins
(Eftirløn afturat starvslønum og listafólkalønum og stuðul til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung)
§ 1
Í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 156 frá 12. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 1, 1. og 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Mentanargrunnur Landsins verður stjórnaður av nevnd við 5 limum, sum landsstýrisfólkið tilnevnir. Landsstýrisfólkið tilnevnir 5 varalimir.”
2. Í § 2, stk. 3 verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”.
3. Í § 4, stk. 4 verður aftan á “stig 1” sett: “, umframt 15% í eftirløn”.
4. Í § 4 a, stk. 5 verður aftan á “stig 1” sett: “, umframt 15% í eftirløn”.
5. Aftan á § 5, men áðrenn yvirskriftina yvir § 6, verður sett:
“Føroyskt tilfar til børn og ung
§ 5 a. Stuðul til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari, eitt nú framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi, verður latin eftir umsókn til Mentanargrunn Landsins.
Stk. 2. Nevndin ger sjálv av, hvørjar umsóknir sambært stk. 1 verða stuðlaðar, og hvussu stórur stuðulin skal vera í hvørjum einstøkum føri, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Stuðul verður ikki latin stovnum við alment fíggjaðum rakstri.”
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 3 og 4 hava virknað frá og við 1. januar 2025.
Almanna- og mentamálaráðið, 6. januar 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)