Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. januar 2019Nr. 2
Kunngerð um skeið í brandleiðslu og endurnýggingarskeið í brandleiðslu umborð á skipi
Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, nr. 3 og § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð ásetir krøvini til skeið í brandleiðslu og endurnýggingarskeið í brandleiðslu umborð á skipi sambært A-kotuni, stykki A-VI/3 í altjóða sáttmálanum um at útbúgva sjófólk, um sjóvinnu og um vaktarhald, 1978, við seinni broytingum, STCW-sáttmálin, sum lýst er í skjali 1.
Mál
§ 2. Málið fyri skeiðið í brandleiðslu og endurnýggingarskeiðið í brandleiðslu er, at luttakarin skal ogna sær vitan, fatan og førleikar um brandleiðslu, soleiðis at luttakarin lýkur krøvini um venjing í samsvari við skjal 1 til tess at:
1) Hava ræði á eldsløkking umborð á skipi.
2) Skipa fyri og venja brandlið.
3) Skoða og hava tænastueftirlit við eldávaringarskipanum, umframt útgerð og skipanum til eldsløkking.
4) Kanna og gera frágreiðing um tilburðir í sambandi við eld.
Upptøka
§ 3. Upptøka til skeið og endurnýggingarskeið í brandleiðslu umborð á skipi er treytað, at umsøkjarin hevur galdandi heilsuváttan fyri sjófólk og sjóvinnubræv sum skipari, skipsførari, maskinistur ella maskinmeistari. Umsøkjari til endurnýggjan av brandleiðslu skal harumframt hava eitt galdandi prógv í brandleiðslu umborð á skipi.
Stk. 2. Sjófólk, sum eru undir útbúgving til skipara, skipsførara, maskinist ella maskinmeistara, kunnu takast upp til skeiðið.
Skeiðsveitarar og førleikakrøv
§ 4. Landsstýrimaðurin skal góðkenna skeiðsveitarar sambært kunngerð um góðkenning og góðskutrygd o.a. av maritimum útbúgvingum.
Stk. 2. Skeiðsveitarar skulu, við støði í teimum førleikamálum, sum ásett eru í skjali 1, gera eina neyvari undirvísingarætlan fyri skeiðini, heruppií longdina av skeiðunum, við atliti fyri fyritreytunum hjá einstaka skeiðstakaranum.
Stk. 3. Skeiðsveitarar skulu tryggja, at umsøkjari lýkur fyritreytirnar fyri upptøku sambært § 3.
§ 5. Skeiðsveitarar skulu tryggja, at lærarar hava neyðugu førleikarnar til undirvísing á skeiðnum. Hetta fevnir um bæði fakligar førleikar og førleikar at skipa fyri undirvísing og útbúgving.
Útgerð
§ 6. Skeiðsveitarar skulu tryggja alla skeiðsgongdina, at viðkomandi útgerð er tøk til verkligar royndir og framvísing, heruppí:
1) Skapgáva av einum skipi ella líknandi í tveimum hæddum við í minsta lagi 6 rúmum,
2) roykkavarabreyt,
3) eitt kar á í minsta lagi 6 m2, og
4) útgerð til eldar í gassi undir veruleikakendum trýsti.
Stk. 2. Fyri hvønn skeiðsluttakara skal skeiðsveitarin hava hesa útgerð:
1) Brandhjálm.
2) Trygdastylvar.
3) Masku.
4) Brandklæði ella branddragt.
5) Roykkavarahettu.
6) Handskar.
7) Roykkavaratól.
8) Samskiftisútgerð.
9) Brandtilfar, sum hevur SOLAS góðkenning.
Um at røkja førleikar
§ 7. Til tess at varðveita teir førleikar, sum kravdir eru sambært áseting A-VI/3, paragraf 6 í STCW-sáttmálanum, kann venjing gerast umborð innan hesi øki:
1) Mannagongdir fyri eldsløkking á sjónum og í havn, við serligum denti á samskipan, taktikk og leiðslu.
2) Samskifti og javnmeting, tá ið eldar verða sløktir.
3) Eftirlit við hvussu luftað verður út, serstakliga í mun til royk.
4) Eftirlit við brennievnum og el-skipanum.
5) Vandar í sambandi við mannagongdir fyri eldsløkking, turrdestilatión, kemiskar reaktiónir, eldur í roykholi frá ketlum o.s.fr.
6) Trygdartiltøk og vandar í sambandi við varðveitslu og handfaring av evnum, máling o.s.fr.
7) Skipan av og eftirlit við særdum persónum.
8) Mannagongdir fyri samskipan við sløkkilið á landi.
Stk. 2. Um sjófólkið tey seinastu fimm árini og í minsta lagi 12 mánaðir hevur fingið uppgávur, sum krevja prógv fyri brandleiðslu umborð á skipi, verða førleikarnir, sum nevndir eru í stk. 1, mettir at verða hildnir við líka.
Veitarar av endurnýggingarskeiði í brandleiðslu umborð á skipi
§ 8. Landsstýrismaðurin góðkennir veitaran av endurnýggingarskeiði sambært kunngerð um góðkenning og góðskutrygd o.a. av maritimum útbúgvingum.
Stk. 2. Við støði í teimum førleikamálum, sum ásett eru í skjali 1, skulu skeiðsveitarar leggja skeiðið til rættis, heruppií longdina av skeiðnum. Skeiðið skal skipast við atliti at fyritreytunum hjá luttakaranum og tryggja, at luttakarin framhaldandi hevur neyðugu førleikarnar sambært málunum í skjali 1.
Stk. 3. Skeiðsveitari skal tryggja, at endurnýggingarskeiðið lýkur galdandi krøv um útgerð og førleikar hjá lærara í brandleiðslu umborð á skipi.
Skeiðsváttan
§ 9. Skeiðsveitari skal skriva út váttan til luttakarar, sum í einum skeiði í brandleiðslu umborð á skipi hava víst førleikar sambært skjali 1. Skeiðið er galdandi í 5 ár frá tí degi tað er staðin.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 7. januar 2019
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Minstukrøv til førleikar til víðkað skeið í eldsløkking
Talva A-VI/3
Førleiki |
Vitan, fatan og dugnaskapur |
Mátar til framvísing av førleikum |
Støði fyri meting av førleikum |
Hava eftirlit við atgerðum til eldsløkking umborð á skipum. |
Mannagongdir fyri eldsløkking á sjónum og í havn, við serligum atliti at samskipan, framferðarhátti og leiðslu.
Nýtslu av vatni til eldsløkking, ávirkanina á stabilitetin hjá skipinum, fyrivarni og rættleiðandi mannagongdir.
Samskifti og koordinering undir eldsløkking.
Eftirlit við ventilatión, trekk í roykrørum.
Eftirlit við brennievnum og el-skipanum.
Vandar í sambandi við mannagongdir fyri eldsløkking (turrdestillatión, kemiskar reaktiónir, eldur í roykrørum o.a.).
Stýring og eftirlit við særdum persónum.
Mannagongdir fyri koordinering við brandfólk á landi.
|
Praktiskar royndir og instruktiónir framdar undir fult realistiskum umstøðum til venjingar (t.d. simuleraðar umstøður um borð) og í myrkri, tá hetta letur seg gera. |
Tey tiltøk, sum verða framd fyri at hava tamarhald á eldum, eru grundaðar á fullkomna og neyva meting av tilburðinum við nýtslu av øllum atkomuligum upplýsingum.
Raðfestingin, “timingin” og raðfylgjan av tiltøkum er hóskandi í mun til yvirskipaðu krøvini til tilburðin og við tí fyri eyga at avmarka tann veruliga og møguliga skaðan á skipið og manningina umframt avmarkaðar virkismøguleikar hjá skipinum.
Upplýsingar skulu fráboðast beinanvegin, neyvt, fullkomiliga og týðiligt.
Undir átøkum at sløkkja eld skal persónliga verndin alla tíðina tryggjast.
|
Skipa og venja brandlið. |
Gera tilbúgvingarætlanir.
Samanseting og tillutan av brandliðum.
Strategi og taktikkur fyri tamarhald á eldum í ymsum pørtum av skipinum.
|
Praktiskar royndir og instruktiónir framdar undir fult realistiskum umstøðum til venjingar (t.d. simuleraðar umstøður um borð). |
Samansetingin og skipanin av brandliðum skal tryggja eina snarliga og effektiva íverksetan av ætlanum og mannagongdum í eini neyðstøðu. |
Sýna og hava tænastueftirlit við eldávísingar- og eldsløkkingar-skipanum og útgerð. |
Eldávísingarskipanir; fast ísettar eldsløkkingarskipanir; berandi og mobilt eldsløkkingarútgerð, so sum útbúnaður, pumpur, útgerð til bjarging, útgerð til uppafturlíving, persónliga verndarútgerð og samskiftisútgerð.
Lógarásett krøv til sýn og klassaeftirlit.
|
Praktiskar venjingar við nýtslu av góðkendari útgerð og skipanum í einum veruleikakendum venjingarumhvørvi. |
Atgerðar virkisførið hjá øllum eldávísingar- og eldsløkkingarskipanum og útgerð skal alla tíðina haldast uppi í samsvari við forskriftir og lógarásett krøv. |
Kanna og skriva frágreiðing um tilburðir í sambandi við eld. |
Meting um orsøkir til tilburðir í sambandi við eld. |
Praktiskar venjingar í einum veruleikakendum umhvørvi. |
Orsøkirnar til eldar verða ávístir, og virkisførið hjá tilbúgvingini verður eftirmett. |