Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. januar 2006Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 tons, sum broytt við kunngerð nr. 3 frá 9. februar 2006
§ 1
Í kunngerð nr. 105 frá 14. september 2005 um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 tons verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 1 verða sum stk. 2 og 3 sett:
1) ”Stk. 2. Útróðrarbátar undir 15 tons, sum í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1995 til 31. august 2002 hava fingið útskrivað fiskiloyvi, kunnu, eftir umsókn, fáa útskrivað fiskiloyvi, um báturin ikki er ræðisavmarkaður ella hevur aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap.
Stk. 3. Fiskiloyvi kann útskrivast til útróðrarbátar undir 15 tons, um báturin, eftir umsókn, hevur fingið játtað loyvi at flyta fiskiloyvi av øðrum báti. Eigarin av hesum báti skal skrivliga vátta, at báturin hevur avhendað sítt fiskiloyvi til nýggja eigaran, og hevur góðtikið ræðisavmarking, har øll fiskirættindi verða tikin av bátinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. januar 2006
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrsmaður
/ Herálvur Joensen (sign.)