Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. januar 2011Nr. 2
Kunngerð um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar, sum broytt við kunngerð nr. 133 frá 26. september 2011
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 1, § 9, stk. 2, § 29, stk. 3 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. 1) Ásetta fiskidagatalið fyri teir í lógini nevndu bólkar 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, kann býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við lutfallinum í fiskidøgum 1:3.
§ 2. Skipari á fiskifari, sum flytur millum innaru og ytru fiskidagaleið, ella sum flytur millum ytru og innaru fiskidagaleið, skal boða Fiskiveiðieftirlitinum frá hesum á telefon (+298) 316913.
§ 3. Brot á § 2 verða revsað við bót.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 94 frá 10. juni 1996 um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar.
Fiskimálaráðið, 12. januar 2011
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)