Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. januar 2021Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Koppseting av eldri og heilsuveikum)
§ 1
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum yvirskrift yvir § 1 verður sett:
“Fevnd av tilboðnum”
2. § 1, stk. 2 verður strikað.
3. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt niðanfyristandandi bólkum í hesari raðfylgju:
1) Starvsfólkum í heilsugeiranum, eldrageiranum og ávísum pørtum av almannageiranum, sum hava tætt samband við sjúklingar ella búfólk og sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað við COVID-19.
2) Búfólkum á ellisheimum og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði.
3) Sjúklingum, sum eru í viðgerð og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við COVID-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgd av viðgerðini.
4) Avvarðandi at teimum sjúklingum, sum eru nevndir í nr. 3.
5) Persónum, ið hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
6) Persónum, ið hava fylt 85 ár.”
4. § 4 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 12. januar 2021
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)