Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 2009Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri eftirlit v.m. hjá Arbeiðseftirlitinum
§ 1
Í kunngerð nr. 121 frá 21. november 2005 um gjøld fyri eftirlit v.m. hjá Arbeiðseftirlitinum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3 verður gjaldið fyri eftirlit við fólka- og góðslyftum: ”kr. 2.200,-” broytt til: “kr. 2.530,-”.
2) Í § 3 verður gjaldið fyri eftirlit við góðslyftum og lyftum til rørslutarnað v.m. “kr. 1.000,-” broytt til: “kr. 1.150,-”.
3) Í § 3 verður gjaldið fyri eftirlit við lyftiútgerð v.m. “kr. 1.760,-” broytt til:“kr. 2.000,-”.
4) Í § 4, nr. 1 verður “kr. 1.760,-“ broytt til: “kr. 2.024,- árliga“.
5) Í § 4, nr. 2 verður “kr. 2.100,-” broytt til:“kr.2.415,- árliga“.
6) Í § 4, nr. 3 verður “kr. 2.500,-” broytt til:“kr.2.875,- árliga“.
7) Í § 4, nr. 4 verður “kr. 2.800,-“ broytt til:“kr.3.220,- árliga“.
8) Í § 4, nr. 6 verður “kr. 1.800,-“ broytt til:“kr.2.000,- árliga”.
9) Í § 4, nr. 7 verður “kr. 1.300,-“ broytt til: “kr.1.500,- árliga“.
10) Í § 4, nr. 8 verður “kr. 1.800,-“ broytt til:“kr. 2.070,- árliga“.
11) Í § 5 verður gjaldið fyri at útskriva prógv (nýtt) “kr. 800,-“ broytt til: “kr. 1.000,-“.
12) Í § 5 verður gjaldið fyri endurútskrivað prógv “kr. 300,-“ broytt til: “kr. 350,-“.
13) Í § 5 verður gjaldið fyri umbýti av prógvi “kr. 2400,-“ broytt til: “kr. 1000,-“.
14) Í § 6 verður gjaldið fyri eftirlit við trýstílati “kr.1.700,-“ broytt til: “kr. 1.955,-“.
15) Í § 6 verður gjaldið fyri eftirlit við fylgjandi trýstíløtum “kr. 700,-“ broytt til: “kr. 805,-“.
16) Í § 6 verður gjaldið fyri eftirlit við uppsetan av rørskipanum “kr. 2.800,-“ broytt til:”kr. 3.220,-“.
17) Í § 7 verður gjaldið fyri góðkenning av sakkønum virki “kr. 2.900,-“ broytt til: ”kr. 3.300,-árliga“.
18) Í § 8 verður gjaldið fyri góðkenning av spreingievnisgoymslu “kr. 2.500,-“ broytt til: “kr. 2.875,-“.
19) Í § 9 verður gjaldið fyri eftirlit av trukkum “kr. 850,-“ broytt til: “kr. 1.000,- árliga“.
20) Í § 10 verður gjaldið fyri ummæli um innrætting av føstum arbeiðsplássum “kr. 950,-“broytt til: “kr. 2.500,-“.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 12. januar 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)