Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 16-01-2015
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Kunngerð 2 frá 13. januar 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

13. januar 2015Nr. 2

Kunngerð um parkeringskort fyri persónar við avlamni, sum broytt við kunngerð nr. 100 frá 10. juli 2018

(Parkeringskort fyri persónar við avlamni)

Við heimild í § 46 d, § 58 a, stk. 4 og 5, § 58 e, stk. 1, og § 64 m, stk. 2, í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 19. mai 2014, verður ásett:

Útgáva og endurnýggjan av parkeringskorti v.m.

§ 1. 1) Eitt parkeringskort er eitt serligt kort, sum verður útgivið til persónar við avlamni, sum lúka treytirnar í § 6. Parkeringskortið er sniðgivið í samsvari við ásetingarnar í skjalinum og skal góðkennast av Akstovuni.

Stk. 2. 1) Parkeringskortið er skjalprógv fyri, at handhavin er fevndur av teimum undantøkum um parkering, sum eru nevnd í § 11. Parkeringskortið kemur í staðin fyri verandi avlamisskelti, sbrt. § 18.

§ 2. 1) Umsókn um útgávu ella endurnýggjan av parkeringskorti verður latin MEGD, sum ger av um umsóknin kann verða gingin á møti.

Stk. 2. 1) Ásetingarnar í fyrisitingarlógini eru galdandi fyri málsviðgerðina hjá MEGD av umsókn um tilluting av parkeringskorti.

Stk. 3. 1) Í málum, har avgerð fer at verða tikin av MEGD, skal MEGD í førum, har tey munnliga taka ímóti upplýsingum viðvíkjandi teimum veruligu umstøðunum, ið hava týdning fyri avgerðina í málinum, ella sum á annan hátt eru kunnug við sovorðnar upplýsingar, skriva upp innihaldið av teimum. Hetta er tó ikki galdandi, um upplýsingarnar annars síggjast í skjølunum í málinum.

Stk. 4. 1) (Strikað).

Stk. 5. 1) (Strikað).

§ 3. 1) Í sambandi við umsóknina, verður nýtt serligt umsóknarblað, sum er góðkent av Akstovuni. Umsóknaroyðublaðið fæst hjá MEGD.

Stk. 2. 1) Við umsókn um parkeringskort skal vera ein fotomynd av umsøkjaranum. Myndin skal lúka hesi krøv:

1)   Myndin skal vera dygdargóð, haldbær og egnað til ljóslesing, uttan stempul, hol ella onnur brek.

2)   Myndin skal vera vællíknandi portrettmynd í stødd 35 x 45 mm, har høvdið skal máta 30-36 mm í hæddini.

3)   Myndin skal vera tikin beint frammanífrá og vísa tað ovasta av akslunum og andlit umsøkjarans uttan høvuðklæði.

4)   Ljósið skal falla javnt á andlitið.

5)   Bæði eygu skulu vera fullkomiliga sjónlig og eyguni skulu venda beint móti myndatólinum.

6)   Muðurin skal vera afturlatin.

7)   Brillur mugu ikki vera tónaðar og skulu vera uttan endurskin.

8)   Bakgrundin skal vera ljós og uttan skugga ella annað myndevni.

Stk. 3. 1) MEGD kann loyva, at umsøkjari hevur klæði á høvdinum á myndini, sbr. stk. 2, um so er, at umsøkjarin av átrúnaðarligum orsøkum biður um hetta. MEGD kann í heilt serligum førum loyva frávik frá krøvunum í stk. 2, nr. 1-8.

Stk. 4. Tá ein avgerð skal takast um útgávu av parkeringskorti sbrt. § 6, stk. 3, skal vanligi lækni umsøkjarans á umsóknarblaðið vátta heilsuligu viðurskifti umsøkjarans.

Stk. 5. 1) MEGD kann krevja fleiri heilsuligar upplýsingar, og um neyðugt eisini ískoytis læknaligar kanningar.

Stk. 6. Umsøkjarin skal gjalda fyri útreiðslur, ið standast av kanningum og váttanum, ið kravdar verða eftir stk. 4 og 5.

§ 4. 1) MEGD kann í sambandi við viðgerð og avgerð av málum um útgávu av parkeringskorti, nýta edv í viðgerðini í samsvari við trygdarkrøvini til almennar skráir.

§ 5. Parkeringskort verður útgivið ella endurnýggjað við gildi í 10 ár, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Um tað eru heilsuligar upplýsingar ella aðrar umstøður, sum geva orsøk til at halda, at treytirnar fyri útgávu ella endurnýggjan av parkeringskorti fella burtur innan fyri 10 ár, kann verða ásett ein styttri gildistíð.

Treytir fyri útgávu og endurnýggjan av parkeringskorti v.m.

§ 6. Parkeringskort verður útgivið og endurnýggjað hjá persónum, sum lúka treytirnar fyri stuðul til keyp av avlamisbili.

Stk. 2. Parkeringskort verður útgivið og endurnýggjað hjá persónum, sum eru góðkendir at taka lut í einstaklinga avlamiskoyring við illa rørslutarnaðum persónum og sum er skipað sum koyring til frítíðarvirksemi.

Stk. 3. Harafturat kann parkeringskort verða útgivið og endurnýggjað hjá persónum, sum eru sera illa gongdir, hava varandi niðursett evni at virka ella onnur líknandi heilsulig viðurskifti, sum í serligan mun skerja evni ella ger tað trupult

1)   at ferðast,

2)   at varðveita ella at fáa eitt arbeiði, ella

3)   at fullføra eina útbúgving.

§ 7. Parkeringskortið má bert nýtast í sambandi við flutning av handhavanum av parkeringskorti.

Stk. 2. Parkeringskortið er persónligt og má ikki latast øðrum.

§ 8. 1) Broyting av bústaði skal fráboðast MEGD.

§ 9. 1) Um so er, at handhavi av parkeringskorti ikki longur lýkur treytirnar fyri at hava parkeringskort, skal kortið latast aftur til MEGD.

Parkeringsundantøk

§ 10. Tá parkeringskort verður nýtt, skal tað vera sett sjónligt í forrútin við framsíðuni úteftir, klárt til eftirlit.

§ 11. 1) Eitt motorakfar, sum er útgjørt við einum parkeringskorti, sbrt. § 10, kann parkera eftir hesum treytum:

1)   Í mesta lagi 30 minuttir á

a)    støðum, har bert av- og áskipan er loyvd,

b)    støðum við parkeringsforboði,

c)    gongugøtu, í tann mun ørindakoyring er loyvd.

2)   Í mesta lagi 1 tíma, har loyvt er at parkera í 15 ella 30 minuttir.

3)   Uttan tíðaravmarking á støðum, har parkering er loyvd í 1, 2 ella 3 tímar.

Stk. 2. Undantakið nevnt í stk. 1, nr. 3, er ikki galdandi fyri parkering í parkeringsbási v.m., sum er ætlað persónum við parkeringskorti, har tað við skeltum er ásett, at parkering bert má fara fram í eitt tíðaravmarkað skeið.

§ 12. Undantøkini, sum nevnd eru í § 11, stk. 1, nr. 1 og 2, frítaka ikki fyri nýtslu av parkeringsskivu.

Stk. 2. Hóast undantøkini, sum nevnd eru í § 11, skal vera aktað eftir steðgiforboði.

§ 13. Ásetingarnar í §§ 11 og 12 galda samsvarandi fyri útlendsk parkeringskort, sum eru áteknað við altjóða tekninum fyri koyristólar.

§ 14. Ein persónur við bústaði í Føroyum, má ikki nýta eitt parkeringskort, sum er útgivið í útlandinum í einum akfari, sum er skrásett her á landi.

§ 15. Um so er, at handhavi av parkeringskorti hevur ein serligan tørv fyri parkering, t.d. við bústað ella arbeiðspláss, kann umsókn um merktan parkeringsbás latast kommununi.

Stk. 2. Um so er, at handhavi av parkeringskorti hevur tørv á einstakari langtíðar parkering, kann fyrispurningur hesum viðvíkjandi latast kommununi.

Gjald fyri útgávu og endurnýggjan av parkeringskorti

§ 16. Fyri útgávu av parkeringskorti verður goldið 425 kr.

Stk. 2. Fyri endurnýggjan av parkeringskorti verður goldið 250 kr.

Stk. 3. Fyri útgávu í sambandi við burturmist parkeringskort ella um handhavin av aðrari orsøk biður um nýtt parkeringskort, verður goldið 250 kr.

Kæra 1)

§ 16 a. 1) Avgerðir hjá MEGD, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin er fráboðað.

Stk. 2. Avgerðir hjá Vinnnukærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Revsing

§ 17. Við bót verður hann sektaður, sum brýtur § 7, § 9 og § 14 ella setur til síðis treytir fyri útgávu av parkeringskorti eftir hesi kunngerð ella letur vera við at gera eftir banni ella boðum, sum eru givin sambært hesi kunngerð.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst.

Stk. 2. 1) Avlamisskelti, sum verður avloyst av parkeringsskorti sbrt. hesi kunngerð, fer úr gildi 1. mars 2015.

Stk. 3. Handicapskelti, útgivið av Dansk Handicaporganisationer áðrenn 1. oktober 2014, til handhava búsitandi her á landi, er galdandi her, til gildistíðin er lokin.

 

 

Vinnumálaráðið, 13. januar 2015

 

Johan Dahl (sign.)

landsstýrismaður

/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)

 

 

 

1) Skjal 1

 

Ásetingar um útsjónd og innihald av parkeringskorti

 

1.   Snið

Parkeringskortið verður útgivið í ES-sniði.

Parkeringskortið skal vera 106 mm langt og 148 mm breitt.

Parkeringskortið skal hava ljósabláa bakgrund. Tó skal teigurin undir altjóða tekninum fyri koyristól hava myrkabláa bakgrund.

Omaná bæði framsíðu og baksíðu á parkeringskortinum, verður lagdur ein trygdarfilmur. Parkeringskortið hevur eina framsíðu og eina baksíðu, sum báðar eru býttar sundur í tveir lodrættar hálvpartar.

 

2.   Innihald

2.1       Vinstra helvt á framsíðuni:

2.1.1    Altjóða teknið fyri koyristól í hvítum liti á myrkabláari bakgrund.

2.1.2    Galdandi til og frá.

2.1.3    Raðnummar.

2.1.4    Navn, búmerki og hologram á útgevandi felagsskapi

2.2       Høgra helvt á framsíðuni:

2.2.1    Ovast verður skrivað á føroyskum við stórum bókstavum: “Parkeringskort fyri persónar við avlamni”.

2.2.2    Í miðjuni á bakgrundini er orðið: “Parkeringskort” skrivað við smáum bókstavum á øllum evropeiskum málum.

2.2.3    Niðast verður skrivað á føroyskum við stórum bókstavum: “ES SNIД. Sum bakgrund á høgru helvt á framsíðuni, verða landaeyðkennisbókstavirnir “FO” skrivaðir í hvítum liti.

2.3       Vinstra helvt á baksíðuni:

2.3.1    Eftirnavn hjá handhava.

2.3.2    Fornavn/-nøvn hjá handhava.

2.3.3    Undirskrift handhava.

2.3.4    Fotomynd av handhavanum.

2.4       Høgra helvt á baksíðuni:

2.4.1    Ovast verður skrivað á føroyskum: “Hetta parkeringskort gevur handhavanum rætt til betraðar parkeringsmøguleikar, sum eru galdandi fyri fólk við avlamni”.

2.4.2    Niðast verður skrivað á føroyskum: “Tá parkeringskort verður nýtt, skal tað verða sett sjónligt í forrútin við framsíðuni úteftir, klárt til eftirlit”.

 

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 100 frá 10. juli 2018.