Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 17-01-2020
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2020 A - Kunngerð 2 frá 13. januar 2020
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

13. januar 2020Nr. 2

Kunngerð um innflutning, framleiðslu og útflýgging av rúsdrekka

Við heimild í § 3, stk. 3, § 5, stk. 2 og § 22, stk. 4 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 9. apríl 2019, og § 7 stk. 3 og § 23, stk. 4 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (matstovulógin) verður ásett:

Innflutningur av rúsdrekka hjá ferðandi

§ 1. Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við skipi ella flogfari, kunnu taka við sær til egna nýtslu:

1)   3 litrar av rúsdrekka frá 22 og til og við 60 rúmprosentum av alkoholi,

2)   9 litrar av víni ella øðrum rúsdrekka við í mesta lagi 22 rúmprosentum av alkoholi, og

3)   10 litrar av øli ella cider.

Stk. 2. Við heimild í løgtingslóg um toll ásetur landsstýrismaðurin í tollmálum í kunngerð, hvussu stórur partur av nøgdunum, nevndar í stk. 1, nr. 1-3, kunnu innflytast uttan toll og avgjøld.

Rúsdrekkaframleiðsla

§ 2. Framleiðsla av rúsdrekka, sum í sær hevur í mesta lagi 60 rúmprosent av alkoholi, er treytað av góðkenning eftir ásetingunum í løgtingslóg um matvøru v.m. og í kunngerðum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg.

Stk. 2. Landsstýrið ásetur í loyvinum nærri reglur um eftirlit við framleiðsluni, eins og landsstýrið kann áleggja nýggjar treytir.

Eftirlit

§ 3. TAKS hevur eftirlit við framleiðsluni, goymsluni og útflýggingini, og framleiðararnir hava skyldu til at fylgja øllum krøvum, ið eftirlitið setur um skjalprógv, framleiðslu, goymsluhøli, útflýgging o.tíl.

Ølsøla og útflýgging

§ 4. Loyvisnevndin kann geva føroyskum bryggjaríum loyvi at útflýggja egna framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi. Loyvið er ikki tíðaravmarkað.

Stk. 2. Loyvisnevndin kann í loyvinum áseta nærri treytir um útflýggingina, eins og Loyvisnevndin kann broyta treytirnar og áseta nýggjar treytir.

§ 5. Útflýggingarstøðini kunnu mánadag til fríggjadag hava opið millum kl. 10:00 og kl. 18:00, tó ein av døgunum til kl. 19:00. Leygardag kunnu útflýggingarstøðini hava opið millum kl. 10:00 og kl. 16:00.

§ 6. Rúsdrekka má ikki útflýggjast fullum fólki.

Stk. 2. Ikki er loyvt at útflýggja persóni, yngri enn 18 ár, rúsdrekka. Um orsøk er at halda, at keyparin ella móttakarin er yngri enn 18 ár, skal útflýggingarstaðið krevja skjalprógv fyri aldurin.

§ 7. Loyvi, givin eftir hesi kunngerð, kunnu verða tikin aftur, um treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar.

Revsing

§ 8. Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, ið brýtur ásetingarnar í §§ 1, 5 og 6.

Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp í 4 mánaðir, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtøku.

Gildiskoma o.a.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi kunngerð 153 frá 28. oktober 1992 um framleiðslu og útflýgging av rúsdrekka og kunngerð nr. 146 frá 15. desember 2005 um innflutning av rúsdrekka hjá ferðandi.

 

 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 13. januar 2020

 

Helgi Abrahamsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)