Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. januar 2023Nr. 2
Kunngerð um at lata eyka fiskidagar til fiskifør, ið avreiða livur, rogn ella annan innvøl úr fiski í 2023
Við heimild í § 19, stk. 3 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:
§ 1. Við kunngerðini verða latnir eyka fiskidagar til fiskifør við fiskiloyvi í bólkunum 2, 3, 4 og 4 T, sambært § 18, stk. 1 í løgtingslógini, sum í 2023 avreiða livur, rogn ella annan innvøl úr fiski til virki í Føroyum. Eisini verða ásettar treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.
§ 2. Í fiskiárinum 2023 verða hesir fiskidagar settir av at lata fiskiførum, sum avreiða livur, rogn ella annan innvøl úr fiski eftir treytunum í §§ 3 og 4:
1) Bólkur 2: 204 fiskidagar tilsamans.
2) Bólkur 3: 59 fiskidagar tilsamans.
3) Bólkur 4 og 4 T: 91 fiskidagar tilsamans.
Stk. 2. Ásetta fiskidagatalið er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, sum ásett í § 20 í løgtingslógini.
§ 3. Av fiskidøgunum sambært § 2 verða hesir fiskidagar settir av til hesar bólkar at lata fiskiførum, sum avreiða livur, rogn ella annan innvøl úr fiski:
1) Bólkur 2: 153 fiskidagar tilsamans.
2) Bólkur 3: 45 fiskidagar tilsamans.
3) Bólkur 4 og 4 T: 68 fiskidagar tilsamans.
Stk. 2. Fiskifar í bólki 2 kann fáa 6 fiskidagar fyri tey fyrstu 10 tonsini av livur, rogn ella øðrum innvøli úr fiski, sum verða avreidd. Fyri hvørji 4 tons, sum síðani verða avreidd, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 3. Fiskifar í bólki 3 kann fáa 6 fiskidagar fyri tey fyrstu 5 tonsini av livur, rogn ella øðrum innvøli úr fiski, sum verða avreidd. Fyri hvørji 3 tons, sum síðani verða avreidd, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 4. Fiskifar í bólki 4 ella 4 T kann fáa 5 fiskidagar fyri tey fyrstu 1,5 tonsini av livur, rogn ella øðrum innvøli úr fiski, sum verða avreidd. Fyri hvørt tons, sum síðani verður avreitt, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 5. Eru fiskidagar sambært stk. 1 ikki brúktir fyri 1. juni, kunnu teir verða brúktir samsvarandi § 4.
§ 4. Av fiskidøgunum sambært § 2 verða hesir fiskidagar settir av til at brúka í sambandi við verkætlanir um at gagnnýta livur, rogn ella annan innvøl úr fiski ella til serligar avtalur millum virki og fiskifar, ið hava til endamáls at gagnnýta og virka livur, rogn ella annan innvøl:
1) Bólkur 2: 51 fiskidagar tilsamans.
2) Bólkur 3: 15 fiskidagar tilsamans.
3) Bólkur 4 og bólkur 4 T: 23 fiskidagar tilsamans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna møguligar verkætlanir ella avtalur millum virki og skip.
Stk. 3. Eykadagar verða tillutaðir, eftir at landsstýrismaður hevur givið sína góðkenning sambært stk. 2, og verkætlanin er framd.
Stk. 4. Eru fiskidagar sambært stk. 1 ikki brúktir fyri 1. juni, kunnu teir verða brúktir samsvarandi § 3.
§ 5. Vørn leggur fiskidagar sambært § 3 afturat í fiskiloyvið hjá viðkomandi fiskifari, tá Vørn hevur fingið skjalprógv frá keypara um, at ásettu nøgdirnar av livur, rogn ella øðrum innvøli úr fiski eru avreiddar til virki í Føroyum.
Stk. 2. Fiskidagar sambært § 4 verða lagdir afturat í fiskiloyvið hjá viðkomandi fiskifari, tá Fiskimálaráðið hevur boðað Vørn frá, at treytirnar sambært § 4, stk. 3 eru loknar.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2024.
Fiskimálaráðið, 17. januar 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)