Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. januar 2007Nr. 2
Kunngerð um yrkisskeið
Við heimild í § 6, stk. 5, § 7, stk. 3, § 8, stk. 1, § 9, stk. 1 og § 10, stk. 4 í løgtingslóg nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið verður ásett:
Kapittul 1
Góðkenning av yrkisskeiði
§ 1. Umsókn um góðkenning av yrkisskeiði verður latin Yrkisútbúgvingarráðnum.
Stk. 2. Í umsóknini skal umsøkjari upplýsa:
1) Endamál við skeiðnum ella skeiðsrøðini,
2) neyvari um innihaldið í skeiðnum ella skeiðsrøðini, herundir lærugreinir og evni,
3) tímatal í lærugreinum og evnum,
4) hvørjum ávísa skeiðið ella skeiðsrøðin vendir sær til, herundir torleikastig,
5) møguligt samband við onnur skeið og útbúgvingar innan sama øki.
Stk. 3. Avvarðandi yrkisnevnd góðkennir skeiðsreglurnar sambært § 5.
§ 2. Yrkisútbúgvingarráðið góðkennir yrkisskeið og skeiðsrøð. Í góðkenningini skulu førleikakrøvini hjá undirvísarum og próvdómarum vera tilskilað, krøv til útbúgvingarstað og møguligt krav um eftirmeting og møguligan avriksflutning. Góðkenning kann ógildast um treytirnar, sum eru tilskilaðar í góðkenningarskjalinum, ikki verða hildnar.
Stk. 2. Yrkisdepilin útskrivar góðkenningarskjal. Í góðkenningarskjalinum skal standa nummarið og heitið á skeiðnum ella skeiðsrøðini.
Stk. 3. Yrkisdepilin kunnar um skeið ella skeiðsrøðir, sum Yrkisútbúgvingarráðið hevur góðkent.
Kapittul 2
Góðkenning av útbúgvingarstaði
§ 3. Áðrenn eitt góðkent skeið ella góðkend skeiðsrøð kann haldast, skal útbúgvingarstaðið hava góðkenning.
Stk. 2. Skeiðsveitarin letur inn umsókn um góðkenning av útbúgvingarstaði til Yrkisdepilin, sum letur avvarðandi yrkisnevnd umsóknina til viðgerðar. Avvarðandi yrkisnevnd góðkennir útbúgvingarstaðið.
Stk. 3. Í umsóknini skal umsøkjari upplýsa nummar og heiti á góðkenda skeiðnum ella skeiðsrøðini, sum ætlanin er at halda. Harumframt skal verða upplýst, hvørt útbúgvingarstaðið lýkur tey krøv, ið ásett eru í góðkenningini av skeiðnum ella skeiðsrøðini.
Stk. 4. Í sambandi við viðgerð av umsókn um góðkenning av útbúgvingarstaði, kann avvarðandi yrkisnevnd sýna útbúgvingarstaðið. Avvarðandi yrkisnevnd kann ógilda givna góðkenning, um útbúgvingarstað ikki heldur ásettar treytir.
Stk. 5. Yrkisnevndirnar áseta nærri reglur fyri tær treytir, ið verða settar fyri at fáa útbúgvingarstaðið góðkent.
§ 4. Yrkisdepilin boðar umsøkjara frá avgerð yrkisnevndarinnar.
Stk. 2. Verður útbúgvingarstað góðkent, skal í góðkenningarskjalinum standa navn og bústaður á útbúgvingarstaðnum og góðkenningartíðarskeiðið.
Kapittul 3
Skeiðsreglur
§ 5. Útbúgvingarstaðið ger skeiðsreglur, ið avvarðandi yrkisnevnd góðkennir.
Stk. 2. Skeiðsreglurnar skulu áseta:
1) Stevnumiðini fyri einstaka skeiðið ella skeiðsrøðina,
2) døming,
3) tímatalið fyri einstaka skeiðið, tímatalið fyri hvørt einstakt skeið í einari skeiðsrøð ella tímatalið fyri heilari skeiðsrøð,
4) møguligt tímatal, stevnumiðini og lærugreinastigini í lærugreinunum ella evnunum,
5) hvørjar fakligar førleikar skeiðini ella skeiðsrøðirnar geva, og
6) nærri um dygdarmenning í sambandi við undirvísingina.
Stk. 3. Tær einstøku skeiðsreglurnar skulu áseta, um luttakari hevur møtiskyldu og skyldu til at lata inn møgulig kravd avrik.
Stk. 4. Tær einstøku skeiðsreglurnar skulu áseta nærri um avriksfluting til eina yrkisútbúgving ella aðrar útbúgvingar.
Dømiætlan
§ 6. Døming í yrkisskeiði verður ásett í skeiðsreglunum og fer fram sambært samtykt yrkisútbúgvingarráðsins.
Stk. 2. Døming í skeiðsrøð, sum endar við einari útbúgving, skal fylgja reglunum í tí ávísu útbúgvingarkunngerðini.
Stk. 3. Døming í almennum lærugreinum fer fram sambært galdandi útbúgvingarkunngerð.
Prógv
§ 7. Er talan um einstakt skeið, útskrivar leiðarin fyri útbúgvingarstaðið prógvið. Á próvnum skal standa:
1) Navn og føðingardagur luttakarans,
2) nummarið og heitið á skeiðnum,
3) próvtøl sambært § 6, og
4) dagfesting og undirskrift leiðarans av útbúgvingarstaðnum.
Stk. 2. Er talan um skeiðsrøð, sum endar við einari útbúgving, útskrivar Yrkisdepilin prógvið. Á próvnum skal standa:
1) Navn og føðingardag luttakarans,
2) nummarið og heitið á skeiðsrøðini,
3) tilvísing til skeiðsváttan frá leiðarum fyri útbúgvingarstaðið, og
4) dagfesting og undirskrift.
Kapittul 4
Undirvísingarførleiki
§ 8. Undirvísari í verkligum lærugreinum skal í minsta lagi hava grundútbúgving sum yrkislærdur innan fakøkið, ella hava hægri útbúgving innan fakøkið, umframt í minsta lagi 5 ára vinnulívsroyndir.
Stk. 2. Undirvísari í ástøðiligum lærugreinum skal lúka ásetingarnar um førleikakrøv, sum eru ásett í førleikakunngerðum á útbúgvingarøkinum.
Kapittul 5
Umsitingargjald
§ 9. Tann, sum søkir um góðkenning av nýggjum yrkisskeiði skal rinda eitt umsitingargjald á kr. 3.000 til landskassan.
Stk. 2. Yrkisnevndarfyrisitingin krevur inn umsitingargjaldið sambært stk. 1, og skal gjaldið verða Mentamálaráðnum í hendi, áðrenn yrkisskeið verður góðkent.
Kapittul 6
Aðrar ásetingar
§ 10. Kæra um avgerð, sum leiðarin fyri útbúgvingarstaðið tekur í námsfrøðiligum máli, og kæra um avgerð, sum tikin verður í sambandi við próvtøku í sambandi við skeið, sum er partur av eini yrkisútbúgving, kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er kunngjørd skeiðsluttakara, leggjast fyri landsstýrismannin.
Stk. 2. Kæra um avgerð hjá yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevnd um ikki at góðkenna yrkisskeið ella útbúgvingarstað, kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at umsøkjari er kunnaður um avgerðina, latast kærunevndini við víkjandi góðkenning av læruplássum sambært lógini um yrkisútbúgvingar.
§ 11. Tað áliggur góðkendum útbúgvingarstaði at tryggja, at luttakari er tryggjaður móti møguligum skaða, ið kann standast av skeiðsvirkseminum.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 18. januar 2007
Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)