18. januar 2013Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
§ 1
Í kunngerð nr. 94 frá 24. juni 2009 um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4 verða stk. 2 og 3 strikað. Stk. 4 til 9 verða eftir hetta stk. 2 til 7.
2. Í § 4, stk. 6, sum verður stk. 4, verður tvær staðni “stk. 2” broytt til: “stk. 1”.
3. Í § 6 verður “Almannastovan” tvær staðni broytt til: “Almannaverkið”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá 1. januar 2013.
Almannamálaráðið, 18. januar 2013
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)