24. januar 2008Nr. 2
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 108 frá 26. november 2007, verður gjørd tann broyting í § 1 stk. 1 at “Heðin Zachariassen, Fólkaflokkurin, Streymnes.” fer úr embæti sum landsstýrismaður í innlendismálum. Embætið røkir løgmaður fyribils.
§ 2
Fráboðanin fær gildi 25. januar 2008.
Tinganes, 24. januar 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)