Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mars 2020Nr. 20
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020
(Rætting í kvotuni fyri atgongd at fiska makrel í ES-sjógvi og aðrar rættingar)
§ 1
Í kunngerð nr. 159 frá 30. desember 2019 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 1, 2. pkt. verður “rætt til í 2018” broytt til: “rætt til í 2019”.
2. Í § 9, 1. pkt. verður “, og høvdu veiðiloyvi 31. desember 2017” strikað.
3. Í § 14, stk. 2 og § 16, stk. 1, 3. pkt. verður “føroyskum og altjóða sjógvi” broytt til: “føroyskum sjógvi og NEAFC-skipanarøkinum”.
4. Í § 16, stk. 2, 2. pkt. verður “føroyskum og altjóða sjógvi” broytt til: “føroyskum sjógvi og NEAFC- skipanarøkinum.”
5. Í § 20, 1. pkt. verður “17.979 tons” broytt til: “17.379 tons”.
6. Í § 44, stk. 1, 2. pkt. verður “§ 38, stk. 5, , § 40 og § 41” broytt til: “§ 38, stk. 5, §§ 40 og 41”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. mars 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)