Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. februar 2023Nr. 20
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving innan timburútbúgving
(At broyta útbúgvingarheitið til húsasmið)
§ 1
Í kunngerð nr. 75 frá 3. juni 2013 um útbúgving innan timburútbúgving, sum broytt við kunngerð nr. 111 frá 9. oktober 2015 og kunngerð nr. 140 frá 24. september 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um útbúgving til húsasmið”
2. Inngangurin til kunngerðina verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, verður ásett:”
3. Í § 1, stk. 1 verður “timburmann” broytt til: “húsasmið”.
4. Í § 9, stk. 2, 2. pkt. verður “kloak- og rørviðurskifti” broytt til: “kloakkviðurskifti og rørviðurskifti.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 14. februar 2023
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)