16. mars 2018Nr. 20
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá
(Leingja umsóknarfreistina)
§ 1
Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.
2. Í § 4, stk. 3, nr. 7 verður “, umframt váttan um, at móðirin ikki í tí tíðarskeiði, faðirin søkir um barsilspening, samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá Barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið. Hóast hesa áseting hevur faðirin at barninum rætt til barsilspening í upp til 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 16. mars 2018
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)