Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mars 2017Nr. 20
Kunngerð um endurvenjing innan Almannaverkið, sum broytt við kunngerð nr. 199 frá 16. desember 2020
1) Við heimild í § 37, stk. 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verður ásett:
§ 1. Endurvenjing sbrt. hesari kunngerð verður veitt grundað á eina fakliga meting hjá Almannaverkinum.
Stk. 2. Endurvenjing verður veitt sum bólkavenjing, einstaklingavenjing ella sum ein samanseting av báðum.
Stk. 3. Endurvenjingin endar, tá ið Almannaverkið, grundað á eina fakliga meting, staðfestir at førleikin er endurvunnin, ella at førleikin ikki kann endurvinnast.
Stk. 4. Endurvenjing sbrt. hesari kunngerð fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing.
§ 2. Áðrenn endurvenjing verður sett í verk, skal Almannaverkið í samstarvi við borgaran leggja eina endurvenjingarætlan.
Stk. 2. Endurvenjingarætlanin skal í minsta lagi fevna um:
1) frágreiðing um førleikar, herundir mistar førleikar hjá borgaranum,
2) hvar og hvussu endurvenjingin skal fara fram,
3) eitt høvuðsmál og eitt ella fleiri stutttíðarmál við endurvenjingini,
4) hvør samskipar arbeiði við endurvenjingini sbrt. § 4,
5) innihaldið í endurvenjingini,
6) nær endurvenjingin skal byrja,
7) nær endurvenjingin væntandi endar,
8) nær eftirmetingar skulu verða gjørdar, og
9) samtykki frá borgaranum um, at endurvenjingarætlanin kann latast øðrum viðkomandi myndugleikum.
Stk. 3. Almannaverkið skal sambært avtalu við borgaran lata avvarðandi kommunu ella sjúkrahúsi endurvenjingarætlanina, um endurvenjing skal halda áfram har.
§ 4. Almannaverkið tilnevnir eitt starvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa endurvenjingartilboðið til borgaran sbrt. stk. 2 og 3.
Stk. 2. Um mett verður, at borgari, ið fær endurvenjing frá Almannaverkinum tørvar endurvenjing frá sjúkrahúsi ella kommunu, skal Almannaverkið samstarva við sjúkrahúsi ella kommununa.
Stk. 3. Um mett verður, at borgari, ið fær endurvenjing frá sjúkrahúsi ella kommunu, tørvar endurvenjing frá Almannaverkinum, skal Almannaverkið samstarva við sjúkrahúsi ella kommununa.
Stk. 4. Samstarv sbrt. stk. 2 og 3 skal setast í verk skjótast gjørligt í endurvenjingartilgongdini.
§ 5. Endurvenjing verður framd í venjingarhølum, ið Almannaverkið hevur atgongd til kring landið, og so nær bústaðnum hjá borgaranum sum gjørligt.
Stk. 2. Enduvenjingin ella partar av endurvenjingini kann verða framd í heimi borgarans, um umstøðurnar loyva hesum og tað verður mett gagnligt fyri úrslitið av venjingini.
§ 6. Umsókn um endurvenjing skal sendast Almannaverkinum á serligum umsóknarblaði.
Stk. 2. Almannaverkið tekur avgerð um endurvenjing grundað á eina tvørfakliga heildarmeting av tørvi og støðu borgarans.
§ 6 a. 1) Almannaverkið kann játtað persóni, sum fær endurvenjing frá Almannaverkinum, stuðul til hjálparráð sbrt. § 29, stk. 1 í løgtingslógini, hóast viðkomandi ikki lýkur treytina um varandi tørv, um mett verður, at hjálparráðið kann stuðla undir, at persónurin kann endurvinna mistar førleikar.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 21. mars 2017
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 199 frá 16. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.”