Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 2015Nr. 20
Kunngerð um útbúgving til føðsluhjálpara og føðsluatstøðara, sum broytt við kunngerð nr. 125 frá 21. august 2017
Við heimild í § 5, stk. 2, § 9, stk. 1 og §§ 12 og 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, og § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1, § 17, stk. 2 og § 18 stk. 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, verður ásett:
Um útbúgvingarnar
§ 1. Útbúgvingarnar eru lutaðar sundur í skúlagongd og verkliga læru á góðkendum læruplássi.
Stk. 2. Útbúgvingin til føðsluhjálpara, ernæringshjælper, tekur 1½ ár.
Stk. 3. Útbúgvingin til føðsluatstøðing, ernæringsassistent, tekur 3 ár.
§ 2. Í útbúgvingunum til føðsluhjálpara og føðsluatstøðing fær næmingurin, lærlingurin, vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:
1) Seta saman og gera føðslurættan og vælsmakkandi mat í einum køki á t.d. sjúkrahúsi, ellisheimi og røktarheimi, sambýli, kantinu, kaffistovu, skúla, dagstovni o.ø.,
2) vitan um heilsu, matvørur, føðslu, sjúkraføðilæru, diætetik, reinføri og innaneftirliti, eins og umhvørvi í sambandi við tá ið lagt verður til rættis, avrikan, skjalfesting og góðskumeting av teimum arbeiðsuppgávum, ið eru tengd at matgerð og máltíðum við atliti at framleiðsluhátti, fyribyrging og heilsu,
3) at leggja til rættis og á ergonomiskt rættan hátt matgera við støði í givnum fíggjarligum umstøðum, at borðreiða mat til ymiskar bólkar av brúkarum, ábyrgd fyri reinføri, innaneftirliti og góðskuni av matinum,
4) samskifta munnligt og skrivligt til tess at fremja gott arbeiðsumhvørvi, styrkja samstarvið við samstarvsfelagar og brúkarar best møguligt, vera smidligur og menningarklárur, umframt at hava innlit í egnar styrkir og veikleikar viðvíkjandi læru og motivatión.
Føðsluhjálparaútbúgvingin
§ 3. Útbúgvingartíðin til føðsluhjálpara er 78 vikur, ið er fyrsti partur av endaligu útbúgvingini til føðsluatstøðing. Útbúgvingin er skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið er 20 vikur. Skeiðið endar við eftirmeting,
2) 2. skúlaskeið á 20 vikur er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við eftirmeting,
3) fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið 10 vikur skúlagongd,
4) verkliga læran til føðsluhjálparaútbúgvingina er 38 vikur og er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, av hesum eru 2 vikur eftirmeting í skúlanum.
Stk. 2. Skúlagongdin í 1. og 2. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir, vallærugreinir og starvsvenjing.
Stk. 3. Skemalagda undirvísingartíðin og eftirmetingin í 1. og 2. skúlaskeiði til føðsluhjálpara er til samans 1080 pultstímar, umframt 360 klokkutímar í starvsvenjing.
§ 4. Fyri at byrja undirvísingina í 2. skúlaskeiði, skal næmingurin hava rokkið hesum felags førleikamálum:
1) Undir leiðbeining at meta um og tilvirka vanligar rávørur til matvørur, og
2) undir leiðbeining arbeiða í toymum at loysa fakligar og verkligar arbeiðsuppgávur í sambandi við handfaring av matvørum.
Stk. 2. Fyri at byrja undirvísingina í 2. skúlaskeiði, skal næmingurin harumframt hava rokkið málunum fyri hesar lærugreinir:
1) Fyrstuhjálp og eldsløkking,
2) reinføri,
3) umhvørvið.
Stk. 3. Fyri tær í stk. 2, nr. 1 og 2 nevndu loknu lærugreinir verður í staðin fyri eitt próvtal sett Staðin.
§ 5. Næmingur, ið hevur lokið føðsluhjálparaútbúgvingina, skal hava rokkið hesum førleikamálum:
1) Við leiðbeining siga frá um matvørur og tæna viðskiftafólki ella gestum í ymsum tænastuhøpi og søluhøpi,
2) vitan, í sambandi við einfalda matvøruframleiðslu og matgerð, um heilsuligar og náttúrufakligar eginleikar hjá matvørum, og hvønn týdning teir hava fyri tann einstaka, framleiðaran og samfelagið,
3) nýta rættar rávørur, tilfar, amboð, útgerð og arbeiðshættir til at greiða úr hondum einfaldar og væl lýstar arbeiðsuppgávur við røttum arbeiðslagi og handalagi,
4) málbera seg munnliga og skrivliga á føroyskum í arbeiðshøpi og útbúgvingarhøpi,
5) við leiðbeining nýta grundleggjandi matgerðarhættir og framleiðsluhættir og harafturat fremja innaneftirlit við støði í tilskilaðum fortreytum,
6) við leiðbeining og við støði í føroyskari og altjóða siðvenju og menning framleiða máltíðir og veita kundatænastu og gestatænastu,
7) við leiðbeining keypa inn og tilvirka rávørur, seta saman og matgera einfaldar rættir og matskráir. Harumframt sýna kunnleika til góðsku, útrokning, tíðarnýtslu, arbeiðsumhvørvi, arbeiðslag og handalag og
8) byrja at nýta tær vanligastu orðingarnar til at greiða frá mati, rávørum, sensoriskari og kulinariskari góðsku.
Stk. 2. Førleikamálini í einstøku lærugreinunum eru ásett í námsskipanini.
Føðsluatstøðaraútbúgvingin
§ 6. Skúlagongdin fyri føðsluatstøðaraútbúgvingina er til samans 60 vikur og verður skipað soleiðis:
1) 1. skúlaskeið er 20 vikur.
2) 2. skúlaskeið er 20 vikur, harav 10 tær fyrstu vikurnar eru starvsvenjing.
3) fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið 10 vikur skúlagongd.
4) 3. skúlaskeið er 10 vikur.
5) 4. skúlaskeið og sveinaroynd er 10 vikur.
Stk. 2. Skúlagongdin í føðsluatstøðaraútbúgvingini fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir, vallærugreinir og starvsvenjing.
Stk. 3. Skemalagda undirvísingartíðin er til samans 1800 pultstímar, umframt 360 klokkutímar í starvsvenjing.
Stk. 4. Fyri at verða upptikin á 3. og 4. skúlaskeiði, skal næmingurin hava staðið 2. skúlaskeið og hava góðkendan lærusáttmála.
Innihaldið í 1. skúlaskeiði
§ 7. 1) Almennu lærugreinirnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali:
1) Føroyskt E, 72 pultstímar.
2) Náttúrufak F, 72 pultstímar.
§ 8. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir í 1. skúlaskeiði er til samans 552 pultstímar við hesum lærugreinum:
1) Fyrstahjálp og brand,
2) reinføri,
3) kunningartøkni,
4) umhvørvi,
5) kostur og orka og føðsla,
6) vørukunnleiki,
7) grundtilgerð,
8) kundatænasta,
9) matmentan og kundatænasta,
10) sensorik og góðska,
11) framleiðsluætlan,
12) borðreiðing,
13) máltíðin.
§ 9. Í fyrsta skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 24 pultstímar.
Innihaldið í 2. skúlaskeiði til føðsluatstøðara
§ 10. Skemalagda tímatalið í 2. skúlaskeiði er til samans 348 pultstímar við hesum lærugreinum:
1) Samfelagsfrøði,
2) vørukunnleiki,
3) metodik, framleiðsla, tilrættalegging, kalkulatión og góðska 1,
4) framleiðslureinføri,
5) diætetik 1,
6) føðslulæra, ástøði og verklig 1,
7) samstarv og samskifti 1,
8) valfak.
§ 11. Í øðrum skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 12 pultstímar.
§ 12. Næmingurin hevur 360 klokkutímar starvsvenjing í 2. skúlaskeiði. Skúlin skipar fyri hesi starvsvenjing. Starvsvenjingin verður nærri lýst í námsskipan.
Innihaldið í 3. og 4. skúlaskeiði til føðsluatstøðara
§ 13. Skemalagda tímatalið í 3. og 4. skúlaskeiði er til samans 720 pultstímar við hesum lærugreinum umframt eftirmeting og sveinaroynd:
1) Yrkisrættað Enskt E stig, 72 pultstímar,
2) arbeiðsumhvørvi,
3) umhvørvi,
4) føðslulæra 2,
5) metodik, framleiðsla, tilrættalegging, kalkulation og góðska 2,
6) framleiðslureinføri 2,
7) diætetik 2,
8) føðslulæra, ástøði og verklig 2,
9) kostlæra og meting,
10) samstarv og samskifti 2,
11) sensorik og matgóðska,
12) valfak sambært námsskipan.
§ 14. Í triðja skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir 12 pultstímar.
§ 15. Í verkliga partinum er lærlingur í læru við góðkendum lærusáttmála á góðkendum læruplássi.
Førleikamál við útbúgvingarlok til føðsluatstøðara
§ 16. Næmingur skal við útbúgvingarlok hava ognað sær hesar førleikar:
1) Við byrjandi venjing matgera vælsmakkandi, føðslurættan mat og fremja tær verkligu handfaringarnar, sum eru knýttar at matgerð og borðreiðing,
2) við byrjandi venjing velja og nýta rættar matgerðarhættir og framleiðsluhættir, rávørur, tilfar, amboð og útgerð í sambandi við eina ávísa uppgávu,
3) nýta tær vanligastu orðingarnar til at greiða frá sensorisku og kulinarisku góðskuni á matinum,
4) samskipa vitan um mat og heilsu í sambandi við tilrættalegging av máltíðum, útrokning, innkeypi og góðskumeting,
5) við byrjandi venjing koma á lagi við at framleiða mat við atliti at reinføri og innaneftirliti, umhvørvi, vistfrøði, trygd á arbeiðsplássinum, tíð, búskapi og góðsku,
6) arbeiða í toymum og veita tænastu til viðskiftafólk, brúkarar og borgarar,
7) sjálvstøðugt at fremja tað verkliga virksemið í fyritøkuni við at leggja til rættis, rokna út, keypa inn, matgera og borðreiða, tá ræður um føðslurættan mat, írokna diætmat, og eisini meta um og skjalfesta føðslugóðskuna í matinum,
8) velja, meta um og nýta ta best hóskandi samansetingina av matgerðarhættum og framleiðsluhættum, rávørum, tilfari, amboðum og útgerð í mun til ta ávísu framleiðsluna og menningina av nýggjum uppgávum,
9) taka uppí og meta um sensoriskar eginleikar við matinum og taka lut í góðskumeting og menning av matgerð, framleiðslu og borðreiðing av matinum,
10) sjálvstøðugt at fremja og hava virknan lut í menningini og skjalfestingini av reinføri og innaneftirliti,
11) taka uppí vitan um ergonomi, trygd á arbeiðsplássinum, umhvørvi, tíð og búskapi í menningini av einum góðum arbeiðsumhvørvi,
12) virka við til at betra um arbeiðið við at hugsa um atferð og samskifti hjá sær sjálvum og øðrum úr einum etiskt og fakliga grundaðum sjónarhorni,
13) økja forvitnið og hugin at læra og taka lut í broytingum av mannagongdum, menna evnini at vera virkin leitandi, spyrjandi og atfinningarsamur, umframt at bera seg gagnliga at í óvæntaðum støðum,
14) munnliga og skrivliga at bera fram fakliga ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, viðskiftafólk ella borgarar, nýggjar starvsfelagar og lærlingar, og
15) tá neyðugt er, at nýta enskt í arbeiðnum.
Eftirmeting
§ 17. Fyri 1., 2. og 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 48 pultstímar.
Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina.
Sveinaroynd til føðsluatstøðara
§ 18. Við endan á 4. skúlaskeiði skipar skúlin fyri sveinaroynd. Sveinaroyndin byrjar við, at lærlingarnir fáa eina skrivliga uppgávu, tá 4 vikur eru eftir av skeiðnum.
Stk. 2. Skúlin ger innihaldið í uppgávuni, og Yrkisnevndin góðkennir uppgávuna.
§ 19. Skrivliga svarið skal vera gjørt útfrá eini heildarfatan, ið tekur støði í almennum lærugreinum og yrkislærugreinum. Lærlingurin skal í svarinum vísa, at hann dugir at handfara ástøði og verkliga fatan av evninum. Skrivliga svarið er støðið undir og partur av munnligu próvtøkuni.
Stk. 2. Skrivliga svarið skal innihalda tilfar og skjalfesting til verkligu royndina sambært § 21.
Stk. 3. Uppgávusvarið skal vera latið inn í seinasta lagi 7 skúladagar eftir, at lærlingurin hevur fingið uppgávuna.
§ 20. Í seinastu viku í 4. skúlaskeiði verða settir 2 dagar av til tað verkligu og munnligu royndina. Munnliga royndin verður hildin dagin eftir verkligu royndina.
Stk. 2. Verkliga royndir varir 4 tímar við próvdøming, tó uttan reingerð av amboðunum, sum nýtt hava verið til verkligu royndina.
Stk. 3. Tað er bert loyvt einum lærlingi í senn at fara til munnliga próvtøku, og varir munnliga próvtøkan 20 minuttir við próvtalsgeving.
§ 21. Verkliga royndin er ein sjálvvald uppgáva, ið lærlingurin hevur viðgjørt í skrivliga svarinum. Sjálvvalda uppgávan inniheldur matgerð og borðreiðing av føðslurættari matarskrá.
Stk. 2. Verkliga royndin inniheldur eisini eina bundna uppgávu, ið fevnir um matgerð av rætti, har grundleggjandi matgerðarhættir verða settir í miðdepilin. Lærlingurin fær í mesta lagi 30 minuttir til bundnu uppgávuna. Lærlingurin fær bundnu uppgávuna, tá verkliga royndin byrjar.
§ 22. Munnliga royndin er ein próvhoyring við grundstøði í skrivligu uppgávuni.
§ 23. Lærlingurin fær eitt próvtal fyri verkligu royndina og eitt próvtal fyri munnligu próvtøkuna.
Stk. 2. Sveinaroyndin er staðin, um próvtølini fyri verkligu royndina og munnligu próvtøkuna eru í minsta lagi 02, vísandi til galdandi próvtalsstiga.
§ 24. Tá ið sveinaroyndin er staðin, og lærutíðin er lokin, fær lærlingurin frá Yrkisdeplinum útflýggjað sveinabræv.
Gildiskoma
§ 25. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, lærlingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2015/2016 ella seinni.
Mentamálaráðið, 23. mars 2015
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 125 frá 21. august 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, lærlingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2017/2018 ella seinni.”