Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mars 2006Nr. 20
Kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum
Við heimild í § 69, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd verður ásett:
§ 1. Tá Barnaverndarnevnd setir barn á dagstovn hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki tað, ið til eina og hvørja tíð svarar til 100% av einum dagstovnaplássi í Tórshavnar Kommunu, íroknað foreldragjald.
§ 2. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á samdøgursstovn hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørt barnið tað, ið svarar til samsýning til fosturforeldur at sera truplum børnum, sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur.
§ 3. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin sendir familju til familjuviðgerð á samdøgursstovni hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki tað, ið svarar til samsýning til fosturforeldur á 3. stigi fyri hvørja familju. Upphæddin er uttan mun til talið av børnum og vaksnum í familjuni.
§ 4. Upphæddin í §§ 2 og 3 verður javnað eftir sama leisti sum samsýningin til fosturforeldur.
§ 5. Viðkomandi barnaverndarøki rinda ásetta brúkaragjaldið í tann mun barnaverndarøkini nýta stovnarnar.
§ 6. Síðst í hvørjum mánaði letur viðkomandi stovnur Barnaverndartænastuni talið av børnum, sum í farna mánaði hava verið á stovninum.
Stk. 2. Barnaverndartænastan skal hava upplýsingar um navn barnsins, skrásetingar nr. barnaverndartænastunnar, dagatal ella tal av samdøgrum fyri hvørt barnið og upphædd í krónum ávikavist fyri hvørt barnið og tilsamans.
§ 7. Avroknað verður yvir debitorskipanina hjá Føroya Gjaldstovu.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2006.
Almanna- og heilsumálaráðið, 29. mars 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)