Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2025Nr. 200
Kunngerð um javning av lestrarstuðli í 2026
Við heimild í § 19, stk. 7 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 8. desember 2023, verður ásett:
§ 1. Javningarprosentið í 2026 er 2,71%.
§ 2. Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 5.278 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla, er kr. 4.668 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini.
Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 2.248 mánaðarliga sbrt. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 3. Lestrarlán sbrt. § 8, stk. 1 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.960 um mánaðin.
§ 4. Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 4.455.
§ 5. Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 3.112.
§ 6. Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.222 fyri hvørt barnið undir 18 ár.
Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtingslógini er kr. 1.874 um mánaðin.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 10. desember 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)