Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. desember 2020Nr. 200
Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur
(Broytt heimildaráseting, broytt tilvísing o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 13 frá 12. februar 2013 um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, og § 15, stk. 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verður ásett:”
2. § 1, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Stuðul verður veittur til persón, sum fær veiting sbrt. § 12, stk. 1, § 13 a, stk. 1 og § 14, stk. 1, nr. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 og § 13, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum vegna týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar, má hava bústað av ávísum slagi og harvið hevur høgar bústaðarútreiðslur.
Stk. 2. Stuðul verður veittur til persón, sum fær veiting sbrt. § 12, stk. 1 og § 13 a, stk. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum hevur fleiri enn 2 børn at uppihalda og høgar bústaðarútreiðslur.”
3. § 1, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Stuðul verður veittur sum ískoytisupphædd til veiting sbrt. § 12, stk. 1, § 13 a, stk. 1 og § 14, stk. 1, nr. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 og § 13, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.”
4. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Upphæddir sambært § 3 verða javnaðar sbrt. kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 16. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)