Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. desember 2020Nr. 201
Kunngerð um ávaringarskipan og peilingarskipan og nýtslu av hjálparráði at verja móti skaða
Við heimild í § 8, stk. 3 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin) verður ásett:
Ávaringarskipan og peilingarskipan
§ 1. Tá treytirnar í § 8, stk. 1 í løgtingslógini eru loknar, kunnu ávaringarskipanir og peilingarskipanir setast í verk, ið hava sum endamál at betra um møguleikarnar hjá myndugleikanum at røkja umsorganarskylduna mótvegis borgaranum.
Stk. 2. Tær ávaringarskipanir og peilingarskipanir, ið kunnu nýtast, eru tær, sum myndugleikin í hvørjum einstøkum føri metir vera egnaðar til endamálið.
Stk. 3. Ávaringarskipanir og peilingarskipanir mugu ongantíð koma í staðin fyri røkt og umsorgan frá starvsfólki.
§ 2. Við ávaringarskipan og peilingarskipan er at skilja:
1) Inngonguávaringarskipan og útgonguávaringarskipan.
2) Fallávaringarskipan og herindisávaringarskipan.
3) Staðfestisskipan og leitiskipan.
§ 3. Inngonguávaringarskipan og útgonguávaringarskipan sambært § 2, nr. 1 er skipan, sum gevur boð um, at persónurin fer frá einum avmarkaðum øki, ið er trygt, til eitt øki, ið verður mett sum ótrygt og vandamikið fyri persónin, undir hesum tá viðkomandi fer tvørturum eitt ávíst øki ella tá ein hurð verður latin upp. Ávaringarskipanirnar kunnu hava eina trygdarfunku, soleiðis at viðkomandi kann biðja um hjálp.
§ 4. Fallávaringarskipan og herindisávaringarskipan sambært § 2, nr. 2 er skipan, ið umvegis sensorar gevur boð um rørslu ella óvirkni, undir hesum rørslu í einum ávísum øki, ella sum gevur boð umvegis persónsbornar sensorar, undir hesum epilepsiávaringarskipan og fallmottu.
§ 5. Staðfestisskipan og leitiskipan sambært § 2, nr. 3 er skipan, ið hevur sum endamál at finna ella fylgja persóninum umvegis eitt nú ein lokaliserings-GPS’ara.
§ 6. Myndugleikin hevur ábyrgd av at ávaringarskipanin og peilingarskipanin einans verður nýtt til endamálið, og at nýtslan annars er í tráð við lóggávu á økinum, undir hesum persónsupplýsingarlóggávu.
§ 7. Tá treytirnar í § 8, stk. 2 í løgtingslógini eru loknar, og myndugleikin hevur fingið loyvi frá tvingsilsnevndini at nýta ávaringarskipan og peilingarskipan, kunnu avvarðandi søkja myndugleikan um at fáa loyvi at taka í nýtslu ávaringarskipan og peilingarskipan.
Stk. 2. Avvarðandi hava ábyrgd av at fáa til vega og rinda fyri ávaringarskipan og peilingarskipan, ið loyvi er fingið til sambært § 8, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 3. Avvarðandi hava ábyrgd av umsiting av ávaringarskipan og peilingarskipan, undir hesum umvæling, útskifting og dagføring og møguligt gjald í hesum sambandi.
Stk. 4. Myndugleikin kann biðja avvarðandi um frágreiðing í sambandi við hálvárligu frágreiðingina sambært § 27, stk. 3 í løgtingslógini.
Hjálparráð at verja móti skaða
§ 8. Tá treytirnar í § 12, stk. 1 og 2 í løgtingslógini eru loknar, kunnu hjálparráð at verja móti skaða nýtast til persónar, ið eru fevndir av løgtingslógini.
Stk. 2. Við hjálparráð sambært § 12 í løgtingslógini er at skilja hjálparráð, ið hevur sum endamál at forða fyri, at persónurin kann detta og gera skaða á seg sjálvan.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 16. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)