Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2020Nr. 202
Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum, sum broytt við kunngerð nr. 103 frá 21. juni 2021
(Stóra Bretland verður tikið upp á listan yvir lond, hvørs vøra er undantikin veterinerum eftirliti eftir § 1, stk. 3)
§ 1
Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum verður í fylgiskjali 19 undir “New Zealand” sett: “Stóra Bretland”.
§ 2
1) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2022.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 22. desember 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)