Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2020Nr. 203
Kunngerð um ALS-gjald, sum seinast broytt við kunngerð nr. 69 frá 21. juli 2026
1) Við heimild í § 9, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 177 frá 17. desember 2020 og løgtingslóg nr. 42 frá 25. mars 2025, og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:
§ 1. 2) 3) Tað í § 9, stk. 1 í løgtingslógini nevnda ALS-gjald er 0,6%.
§ 2. 1) Inntøkur sambært § 8, stk. 1, nr. 2 og 3 í løgtingslógini sleppa undan gjaldskyldu frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga fráboðan um hesar.
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 3. 1) Tá inntøka sambært § 2, nr. 1, litra a, í løgtingslógini verður rindað av gjaldskyldugum sambært § 7, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært stk. 3.
Stk. 2. 1) Tá inntøka sambært sambært § 2, nr. 1, litra b og c í løgtingslógini verður rindað ella móttikin av gjaldskyldugum sambært § 7, stk. 1, nr. 1 og nr. 2 í løgtingslógini, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært stk. 3.
Stk. 3. 1) Tá ALS-gjald sambært stk. 1 og 2 verður avroknað til Arbeiðsloysisskipanina, skal annar av fylgjandi inngjaldingarháttum verða brúktur:
1) Við at geva Arbeiðsloysisskipanini fulltrú til at taka ALS-gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi.
2) Við at rinda ALS-gjaldið eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Rokning fyri ALS-gjald frá Arbeiðsloysisskipanini skal gjaldast innan leypandi mánað og sjey arbeiðsdagar eftir, at Arbeiðsloysisskipanin hevur sent rokningina.
Stk. 4. 1) Tey gjaldsskyldugu, sum velja at rinda eftir rokning sambært hesi grein, skulu rinda eitt avgreiðslugjald á kr. 100 fyri hvørja rokning.
§ 4. Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 136 frá 3. november 2009 um ALS-gjald.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 18. desember 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)