Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 1993Nr. 203
Kunngerð um gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg, sum seinast broytt við kunngerð nr. 137 frá 05. september 1995
Við heimild í § 154, stk. 3 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg og § 124, stk. 3 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg evur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1
Gjøld fyri fráboðan
§ 1. Fyri fráboðan av nýggjum virkjum verða goldnar 2.500 kr., fyri smápartafeløg tó 1.800 kr.
Stk. 2.1 2 Fyri fráboðan av nýggjum parta- og smápartafeløgum verður haraftrat goldið eitt eykagjald uppá 4% av teknaða partapeninginum. Fyri fráboðan av nýggjum feløgum stovnað við samanlegging verður eykagjaldið tó goldið av tí upphæddini, sum partapeningur felagsins er meira enn samlaði partapeningurin í teimum báðum samanløgdu feløgunum. Sama gjald verður latið fyri fráboðan um hækkan av partapeningi í parta- og smápartafeløgum. Fyri samstundis lækkan og hækkan verður gjaldið tó bert latið av tí upphædd, ið er útyvir lækkanina.
§ 2. Fyri fráboðan av eini ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar 600 kr. fyri hvørja fráboðan sær, sí tó § 6, stk. 2.
Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum parta- ella smápartafelag, verða goldnar 5.000 kr. fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið sambært § 117 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 ella § 86 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993.
§ 3. Fyri fráboðan av deildum og virkisdeildum í útlendskum fyritøkum, sum hava heimstað uttan fyri Føroyar, verða goldnar 1.700 kr.
§ 4. Gjaldið sambært §§ 1-3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd fyrr enn gjaldið er goldið.
Kapittul 2
Gjøld fyri skráseting um teldu
§ 5. Fyri beinleiðis skráseting í teldukervinum hjá skrásetingini av broytingum viðvíkjandi parta- og smápartafeløgum verða goldnar 300 kr.
Stk. 2. Fyri beinleiðis skráseting av broyting viðvíkjandi grannskoðara, roknskaparári ella heimstaði verður einki goldið.
Kapittul 3
Ársgjald
§ 6. Fyri innsending og kunngering av ársroknskapum v.m. verða goldnar 300 kr. um árið, fyri smápartafeløg tó 200 kr.
Stk. 2. Tað í stk. 1 nevnda gjald fevnir eisini um fráboðan um broyting av ársroknskaparári, grannskoðaraviðurskiftum, navni ellaimstaði.
Stk. 3. Gjaldið fellur til gjaldingar tá ið serligt uppkrav er móttikið. Feløg, ið eru undir avtøku, tá ið uppkravið verður sent, skulu ikki gjalda.
Kapittul 4
Ígildissetanarreglur
§ 7. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1994.
1) Sett inn við kunngerð nr. 18 frá 14. februar 1994.
2) Broytt við kunngerð nr. 137 frá 5. september 1995.