Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 1993Nr. 204
Kunngerð um gjøld fyri vinnurekandi grunnar
Við heimild í § 60, stk. 2 í fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um vinnurekandi grunnar hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1
Avgjøld fyri fráboðanir
§ 1. Fyri fráboðan av vinnurekandi grunnum verður goldið avgjald til Skráseting Føroya. Avgjaldið er 1.700 kr.
Kapittul 2
Ársavgjald v.m.
§ 2. Vinnurekandi grunnar skulu gjalda ársavgjald uppá 900 kr. og ískoyti, ið er ½ 0/00 av stovnsfænum, tó í mesta lagi 25.000 kr. Ársavgjaldið verður goldið fyri heilt álmanakkaár hvørja ferð. Ársavgjaldið verður roknað grundað á eginkapitalin sambært ársroknskapinum fyri seinasta roknskaparár. Ársavgjaldið verður rundað niður til nærmastu fullu krónuupphædd.
Stk. 2. Ársavgjaldið fellur til gjaldingar 6 mánaðir aftaná at roknskaparárið er úti. Er ársavgjaldið ikki goldið skrásetingini í seinasta lagi 1 mánað aftaná, at tað er fallið til gjaldingar, verður ískoytisavgjald uppá 600 kr. at gjalda fyri hvønn byrjaðan mánað aftaná forfalsdagin.
§ 3. Útreiðslur, ið standast av umsitingini av vinnurekandi grunnum, eru íroknaðar teimum í § 2 nevndu avgjøldum.
Kapittul 3
Ígildissetan
§ 4. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1994.