Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2020Nr. 208
Kunngerð um uppboðssølu av botnfiski, veiddur í føroyskum ella íslendskum sjógvi
Við heimild í § 42 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, verður ásett:
§ 1. Í minsta lagi 30% av veiðu í rundari vekt av hvørjum fiskaslagi sær sambært stk. 2, landað av føroyskum fiskifari í einum fiskiári, skulu seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Undantikin er veiða av rættindum latin bólki 5 sambært § 19, stk. 1, nr. 6 í løgtingslógini.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir um veiðu, í føroyskum ella íslendskum sjógvi, av toski, hýsu, brosmu, longu, havtasku og svartkalva.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 fevnir um ósløgdan fisk, sløgdan fisk við høvdi og sløgdan, avhøvdaðan fisk.
Stk. 4. Umrokning sambært hesi kunngerð fer fram við umrokningarfaktorunum ásettir í kunngerð nr. 44 frá 9. apríl 2003 um umrokningarfaktorar.
§ 2. Brot á § 1 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Fiskimálaráðið, 22. desember 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)