Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. apríl 2024Nr. 21
Kunngerð um broyting í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum
(Brakklegging og frástøðukrøv)
§ 1
Í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum broytt við kunngerð nr. 123 frá 27. november 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 9, stk. 1, § 10, § 11, stk. 1-6 og 8, § 12, stk. 1 og 3, §§ 13, 14, 16 og 17, § 19, stk. 1 og 3, § 20, stk. 1, § 26, stk. 1, §§ 27, 28, 30, 32 og 35, § 39, stk. 1, § 40, stk. 1, § 41, stk. 2, § 42, stk. 1, § 46, stk. 1-3 og § 48, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 18. frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 105 frá 13. juli 2017 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 og í § 9, stk. 2, § 10, stk. 2 og 3, § 13, § 16, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3 og § 25 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, og í § 9, stk. 5, § 12, stk. 3, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, § 18, stk. 2, § 19, stk. 4, § 20, stk. 4, § 22, stk. 3, § 27 og § 28, stk. 1, § 30, stk. 6 í løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður ásett:”
2. § 65, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Alibrúk ella rakstrareindir við fiski, sum ikki lúka frástøðukrøvini í § 9, skulu brakkleggjast í minsta lagi 1 mánað í senn, roknað frá tí degi, alibrúkið ella rakstrareindin er tømd og nótir eru tiknar burtur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 3. apríl 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)