7. apríl 2014Nr. 21
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar verður gjørd henda broyting:
Í § 4, verður sum stk. 3 sett:
”Stk. 3. Næmingar, sum í týskum lúka treytirnar fyri upptøku í valbólk, har týskt er framhaldsmál, kunnu ikki takast upp í valbólk, har týskt er byrjanarmál.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 7. apríl 2014
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)