Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 21-03-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 21 frá 19. mars 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. mars 2019Nr. 21

Kunngerð um lærararáð, næmingaráð og samstarvsnevnd á yrkisskúlum og miðnámsskúlum

Við heimild í § 20, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar, og í § 13, stk. 1 og § 30, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, verður ásett:

Lærararáð

§ 1. Í øllum útbúgvingarstovnum verður skipað lærararáð við tilmælisrætti og ummælisrætti.

Stk. 2. Lærararáðið viðger og ráðgevur í málum av námsfrøðiligum áhuga.

§ 2. Limir í lærararáðum eru leiðari útbúgvingarstovnsins, námsfrøðiligir leiðarar, deildarleiðarir og allir lærarar í skúlanum.

Stk. 2. Lærararáðið velur millum limir sínar eina starvsnevnd at fyrireika mál og leggja til rættis fundirnar í lærararáðnum.

Stk. 3. Starvsnevndin skal í minsta lagi telja tríggjar limir.

Stk. 4. Val til starvsnevndina sbrt. stk. 2 fer fram eina ferð um árið. Fráfarandi starvsnevnd skipar fyri vali av nýggjari starvsnevnd.

Stk. 5. Í skúlum við bæði yrkisútbúgvingum og gymnasialum miðnámsútbúgvingum skal valið skipast soleiðis, at breið umboðan av lærarahópinum verður tryggjað.

§ 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann ikki verða valdur í starvsnevndina.

Stk. 2. Starvsnevndin skipar seg við formanni, varaformanni og skrivara.

Stk. 3. Lærararáðið og starvsnevndin gera sjálv sínar starvsskipanir.

Stk. 4. Starvsskipanin skal í minsta lagi fevna um mannagongdir í sambandi við:

1)   Innkalling,

2)   skrá,

3)   fundarhald,

4)   atkvøðugreiðslur,

5)   nevndir sambært § 5, stk. 2,

6)   gerðabók, og

7)   fundarfrágreiðing.

§ 4. Eftir tørvi kallar formaðurin starvsnevndina ella lærararáðið inn til fundar.

Stk. 2. Formaðurin skal kalla lærararáðið saman, um leiðari útbúgvingarstovnsins ella í minsta lagi ein fimtingur av limunum skrivliga biðja um tað.

Stk. 3. Fundur í lærararáðnum skal verða hildin í minsta lagi eina ferð um árið.

Stk. 4. Limirnir hava skyldu at møta á lærararáðsfundi og starvsnevndarfundi.

Stk. 5. Fundir verða ikki hildnir, meðan undirvísing fer fram.

§ 5. Avgerðir í lærararáðnum verða tiknar við vanligum meiriluta.

Stk. 2. Lærararáðið kann seta nevndir at viðgera serlig mál.

Stk. 3. Formaðurin skal skipa fyri, at gerðabók verður førd.

§ 6. Eftir hoyring í lærararáðnum ger leiðari útbúgvingarstovnsins av, hvussu stór fíggjarlig orka skal verða sett av til virksemi ráðsins.

§ 7. Lærararáðið hevur rætt at geva leiðara útbúgvingarstovnsins skrivlig tilmæli í øllum málum, sambært § 1, stk. 2, sum ráðið velur at taka upp.

Stk. 2. Lærararáðið hevur rætt at úttala seg um øll mál og rætt at biðja um innlit í fyrisitingina eftir galdandi reglum um innlit.

Stk. 3. Lærararáðið skal ikki úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka læraranum.

§ 8. Lærararáðið skal geva leiðara útbúgvingarstovnsins skrivligt ummæli í øllum málum, sum leiðarin leggur fyri ráðið.

Næmingaráð

§ 9. Í øllum útbúgvingarstovnum verður skipað eitt næmingaráð.

Stk. 2. Eftir umbøn kann næmingaráðslimur fáa váttan um sína luttøku í næmingaráðnum. Váttanin skal í minsta lagi fevna um: navn, tíðarskeið, navn stovnsins og búmerki og undirskrift leiðarans.

§ 10. Næmingaráðið skal í samstarvi við leiðslu, lærarar og onnur starvsfólk røkja áhugamál næminganna á stovninum.

Stk. 2. Allir fulltíðarnæmingar, stakgreinalesandi og sjálvlesandi á útbúgvingarstovninum hava valrætt og valbæri til næmingaráðið.

Stk. 3. Næmingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.

Stk. 4. Næmingaráðið ger sjálvt sínar viðtøkur, sum leiðari útbúgvingarstovnsins skal góðkenna, og sum í minsta lagi skulu fevna um:

1)   Tal av limum og eykalimum í næmingaráðnum,

2)   hvussu breið umboðan fyri bæði miðnám og yrkisnám verður tryggjað,

3)   hvussu og nær næmingaráðið verður valt,

4)   hvussu leingi ráðið skal sita,

5)   fíggjarviðurskifti,

6)   hvussu viðtøkur verða samtyktar og kunnu verða broyttar,

7)   javnstøðu í næmingaráðnum, og

8)   at tryggja samanhangandi næmingaráðsarbeiði.

Stk. 5. Næmingaráðið ásetur sjálvt sína starvsskipan, sum leiðari útbúgvingarstovnsins skal góðkenna. Starvsskipaninin skal í minsta lagi fevna um mannagongdir í sambandi við:

1)   Innkalling,

2)   skrá,

3)   fundarhald,

4)   atkvøðugreiðslur,

5)   gerðabók, og

6)   fundarfrágreiðing.

§ 11. Eftir ummæli frá næmingaráðnum ger leiðari útbúgvingarstovnsins av, hvussu stór fíggjarlig orka verður sett av til virksemi næmingaráðsins.

§ 12. Næmingaráðið hevur rætt at ummæla øll mál, sum snúgva seg um næmingaviðurskifti á stovninum. Ummæli skal fráboðast leiðara útbúgvingarstovnsins skrivliga.

Stk. 2. Næmingaráðið hevur rætt at úttala seg um øll mál og rætt at biðja um innlit í fyrisitingina eftir galdandi reglum um innlit.

Stk. 3. Næmingaráðið skal ikki úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka næminginum.

Samstarvsnevnd

§ 13. Samstarvsnevndin er bindilið millum leiðara útbúgvingarstovnsins, lærararáð og næmingaráð skúlans, og skal fremja gott samlag millum næmingar, lærarar og starvsfólk í skúlanum.

§ 14. Limir í samstarvsnevndini eru leiðari útbúgvingarstovnsins, møguligir økisleiðarar, útbúgvingarleiðarar ella deildarleiðarar, formaðurin í starvsnevndini, lærari, sum lærararáðið hevur valt og formaðurin í næmingaráðnum.

Stk. 2. Samstarvsnevndin kann loyva, at í mesta lagi tveir limir í næmingaráðnum, umframt formannin í næmingaráðnum, verða limir í samstarvsnevndini.

Stk. 3. Val av limum til samstarvsnevndina fer fram á hvørjum ári í fyrru helvt av september mánaði.

Stk. 4. Samstarvsnevndin skipar seg sjálv við formanni og skrivara og ger sjálv sína starvsskipan. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann ikki vera formaður í samstarvsnevndini.

Stk. 5. Formaðurin í samstarvsnevndini kallar til fundar, so ofta tørvur er á, ella tá í minsta lagi 3 limir í samstarvsnevndini skrivliga biðja um tað.

§ 15. Samstarvsnevndin kann taka upp øll mál, sum eru við til at fremja trivnaðin á stovninum sum t.d. evnisdagar, felagstímar, frítíðarvirksemi, innleiðsluskeið, ítróttadagur, sjónleik og sangleik, veitslur, kvøldsetur, tónleikatiltøk og tílík tiltøk.

§ 16. Samstarvsnevndin kann taka upp øll mál, ið snúgva seg um ítøkilig trivnaðarviðurskifti í skúlanum.

Stk. 2. Samstarvsnevndin skal ikki úttala seg um persónlig viðurskifti hjá lærara ella næmingi.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara kunngerð nr. 38 frá 20. mars 2000 um lærararáð á yrkisskúlum, kunngerð nr. 39 frá 20. mars 2000 um næmingaráð á yrkisskúlum og kunngerð nr. 6 frá 22. januar 2013 um lærararáð, samstarvsnevnd, næmingaráð o.a., úr gildi.

Stk. 2. Tó verða limirnir í samstarvsnevndum, starvsnevndum og næmingaráðum, ið eru valdir sambært áður galdandi reglum, sitandi til nýggir limir eru valdir sambært reglunum í hesi kunngerð.

 

 

Mentamálaráðið, 19. mars 2019

 

Hanna Jensen (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)