Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. februar 2025Nr. 21
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av námsfrøðingum
(Broytingar í ásetingum um samstarvsráð)
§ 1
Í kunngerð nr. 102 frá 17. juni 2021 um útbúgving av námsfrøðingum, verður § 14 strikað, og í staðin verður sett:
“§ 14. Landsstýrisfólkið setur eitt samstarvsráð fyri útbúgvingina til námsfrøðing. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til námsfrøðing og av námsfrøðiyrkinum sum heild.
Stk. 2. Ráðið verður mannað við:
1) einum umboði, ið landsstýrisfólkið velur,
2) einum umboði, ið Kommunufelagið tilnevnir,
3) einum umboði, ið Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir,
4) einum umboði, ið Føroya Pedagogfelag tilnevnir,
5) einum umboði, ið landsstýrisfólkið við almannamálum tilnevnir,
6) einum umboði, ið Almannaverkið tilnevnir,
7) einum umboði, ið dagstovnaráðið tilnevnir,
8) einum umboði, ið Sernám tilnevnir, og
9) einum umboði, ið tey námsfrøðilesandi velja.
Stk. 3. Partarnir tilnevna, so vítt møguligt, ein mann og eina kvinnu.
Stk. 4. Ráðið verður sett fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Einstakir ráðslimir kunnu verða endursettir.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið velur formann og skrivara í ráðnum. Ráðið ger sjálvt sína starvsskipan.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 28. februar 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)