Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2020Nr. 212
Kunngerð um vinnuligan fiskiskap eftir hummara í føroyskum sjógvi, sum broytt við kunngerð nr. 96 frá 7. juni 2022 1)
1) Við heimild í § 22, stk. 1, § 33, § 34, stk. 1, nr. 2 og 3, stk. 2, nr. 2 og 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. 1) Kunngerðin skipar vinnuligan fiskiskap eftir hummara, Nephrops norvegicus, í føroyskum sjógvi, innan fyri grundlinjurnar norðan fyri 62°00' N.
Leiðir, felags árskvotur og skipan av fiskiskapinum
§ 2. Loyvt er føroyskum fiskiførum undir 15 tons, við fiskiloyvi sambært § 4, at fiska hummara við rúsum á hesum økjum og innan fyri nevndu felags árskvotur:
1) Norðan fyri byrgingina um Haraldssund: 3.000 kg.
2) Hvannasund: 6.750 kg.
3) Árnafjørður: 4.500 kg.
4) Borðoyarvík: 1.500 kg.
5) Funningsfjørður: 4.000 kg.
6) Norðan fyri Streymin: 6.000 kg.
7) Sunnan fyri Streymin, Kollafjørður, Skálafjørður, Kaldbaksfjørður og Tangafjørður: 54.000 kg.
8) Sørvágsfjørður: 1.000 kg.
§ 3. Talið av fiskiloyvum til fiskiskap eftir hummara á hvørjum øki, sambært § 2, er talið av loyvum, sum vóru í gildi 31. desember 2019.
§ 4. 1) Fiskiloyvi til fiskiskap eftir hummara, sambært § 6, verður latið eigara av fiskifari, sum hevði rætt til slíkt fiskiloyvi 31. desember 2019.
§ 5. Rættindini í fiskiloyvinum til hvørt øki, sambært § 2, verða latin sum egin árskvota, tó undantikið økið sambært § 2, nr. 7, har rættindini í fiskiloyvinum verða latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið er tað hámark, sum er ásett í fiskiloyvinum fyri fiskiárið 2019 ella fiskiárið, báturin seinast hevði fiskiloyvi.
Fiskiloyvi
§ 6. 1) Fiskiskapur eftir hummara sambært hesi kunngerð er bert loyvdur við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Stk. 2. Í fiskiloyvið verða settar nærri treytir og mannagongdir um veiðifráboðanir o.a.
Flyting og avhending av veiðirættindum
§ 7. Fiskiloyvi kann verða flutt á annað fiskifar undir 15 tons við ongum fiskiloyvi.
Stk. 2. Fiskiorka hjá fiskiførum við loyvi sambært hesi kunngerð er talið av rúsum sambært § 11, stk. 7.
Stk. 3. Skiftir bátur við fiskiloyvi eigara, kann fiskiloyvið seljast við bátinum, um nýggi eigarin lýkur treytirnar fyri at reka vinnuligan fiskiskap sambært løgtingslógini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigara av báti við fiskiloyvi, sum verður tikin úr vinnuligum fiskiskapi, tilsøgn um, at fiskiloyvið innan tvey ár kann flytast á annan bát við ongum fiskiloyvi. Loyvt er ikki at flyta á bát størri enn 15 tons.
§ 8. Egin kvotupartur ella egin árskvota í einum øki sambært §§ 2 og 5 kann avhendast øðrum báti við fiskiloyvi til fiskiskap í sama øki fyri eitt ár í senn ella endaliga.
Stk. 2. Fyri at avhenda egnan kvotupart ella egna árskvotu, skulu í minsta lagi 60% av tillutaðu kvotuni vera fiskað fiskiárið frammanundan við tí í fiskiloyvinum nevna fiskifari.
Stk. 3. Verður øll egin árskvota avhendað, dettur rætturin til fiskiloyvi hjá tí, ið avhendir, samstundis burtur.
Stk. 4. Kvotur, sum eru avhendar endaliga, verða stillaðar í sama lutfalli sum felags árskvotan í økinum, sambært § 2, broytist hvørt fiskiár.
Minstamát og skylda at sleppa útaftur
§ 9. Hummari styttri enn 15 cm, máldur ytst úr pannuhorninum og ytst á halafjøðurina, og hummari við rognum, skal beinanvegin sleppast útaftur.
Reiðskapur
§ 10. Í hummaraveiðu sambært hesi kunngerð er bert loyvt at royna við rúsum.
§ 11. Loyvt er ikki at nýta rúsur við smærri meskum enn 22,5 mm x 35 mm, mált innan.
Stk. 2. Hvør rúsa skal ikki vera størri í rúmmáli enn 80 litrar.
Stk. 3. Rúsur skulu setast fram við landi og ikki út frá landi.
Stk. 4. Hvørt strekki skal hava endaboyur. Endaboyurnar skulu hava stong, sum skal vera 150 cm høg oman fyri sjógvin, og skal vera merkt við fløggum, ið síggjast væl. Eitt flagg skal vera á norðaru endaboyu og tvey fløgg á sunnaru endaboyu. Fløggini skulu ikki vera minni enn 21 x 30 cm. Endaboyurnar skulu vera merktar við sjónskum og skilligum bátsnummari og strekkinummari.
Stk. 5. Loyvt er ikki at seta rúsur oman yvir annan reiðskap.
Stk. 6. Loyvt er ikki at hava fleiri enn 250 rúsur standandi í sjónum í senn.
Stk. 7. Hóast ásetingina í stk. 6 er loyvt bátum við fiskiloyvi í økinum sambært § 2, nr. 7 at hava tað tal av rúsum standandi í sjónum í senn, sum er ásett í fiskiloyvinum í fiskiárinum 2019.
Stk. 8. Verður øll egin árskvota avhendað endaliga, sambært § 8, verður, hóast ásetingina í stk. 6, talið av rúsum, sum avhendandi báturin hevur loyvi at hava standandi í sjónum í senn, lagt afturat hjá bátinum, sum egin árskvota er avhendað til.
Stk. 9. Loyvt er bert at seta ella draga hummararúsur í dagslýsi. Gamalt ella brúkt agn skal ikki blakast út aftur á veiðiøkið.
§ 12. Eftir at bátur við fiskiloyvi hevur sett rúsur, skulu ikki ganga meira enn 30 dagar, til báturin aftur er hjá rúsunum og fer at draga. Vørn kann í serligum førum geva undantak frá tíðarfreistini.
§ 13. Vørn kann í serligum førum loyva øðrum báti at draga reiðskapin.
Landingar
§ 14. Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum hevur ábyrgd av, at veiðan verður landað um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn eftir ásetingunum í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavøru.
Revsing
§ 15. 1) Brot á § 6, stk. 1, §§ 9-11 og 12, 1. pkt. verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 85 frá 16. juli 2014 um skipan av fiskiskapinum eftir hummara á føroysku landleiðunum.
Fiskimálaráðið, 22. desember 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)