Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2025Nr. 214
Kunngerð um samsýning til fosturforeldur í 2026
Við heimild í § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020, verður ásett:
Javningarprosent 2026
§ 1. Javningarprosentið í 2026 er 2,71%.
Samsýning
§ 2. Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 137,02 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn.
Vistarhald og klæði
§ 3. Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 180,42 kr. til børn undir 10 ár, og 189,91 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 168,21 kr. fyri hvørt barnið.
Lummapeningur
§ 4. Eitt fast gjald verður um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er:
1) 3-6 ár er gjaldið 45,65 kr.
2) 7-10 ár er gjaldið 97,01 kr.
3) 11-13 ár er gjaldið 125,54 kr.
4) 14-15 ár er gjaldið 199,72 kr.
5) 16 ár og eldri er gjaldið 313,84 kr.
Útreiðslur til stovnan og útbúnað
§ 5. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til 9.476,89 kr.
Fosturforeldur í Danmark
§ 6. Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning, lummapening, stovnan og útbúnað galdandi.
Ymisk arbeiðsmarknaðargjøld
§ 7. Afturat samsýningini í § 2 verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til barsilsgrunnin, gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og bundna eftirlønargjaldið sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn.
Børn við avbjóðingum og pinkubørn
§ 8. Um talan er um eitt barn við sera stórum avbjóðingum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
Stk. 2. Um talan er um eitt barn við óvanliga stórum avbjóðingum, sum tí krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
§ 9. Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
§ 10. Samsýning sambært §§ 8 og 9 kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal metast, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar mánað 2026.
Stk. 2. Kunngerð nr. 122 frá 10. desember 2024 um samsýning til fosturforeldur í 2025 fer úr gildi 1. januar 2026.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 17. desember 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)