Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2025Nr. 215
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág fyri 2026
Við heimild í § 18, stk. 9 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), løgtingslóg nr. 159 frá 20. desember 2023, verður ásett:
§ 1. Fyri persónar í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 980 kr.
§ 2. Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 980 kr., er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 980 kr. og upp til 1.595 kr.
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.595 kr. og upp til 3.189 kr.
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 3.189 kr. og upp til 6.378 kr.
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 6.378 kr.
§ 3. Fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 980 kr.
§ 4. Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 980 kr., er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 980 kr. og upp til 2.000 kr.
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.000 kr. og upp til 2.533 kr.
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.533 kr. og upp til 2.836 kr.
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 2.836 kr.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 143 frá 20. desember 2024 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág fyri 2025.
Almanna- og heilsumálaráðið, 19. desember 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)