22. desember 2020Nr. 217
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons
(Útseta gildiskomuna fyri treytini um mark fyri lønarinntøku)
§ 1
Í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, verður § 5, stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. § 2 kemur í gildi 1. januar 2021, tó undantikið § 2, stk. 1, nr. 2, og stk. 2-5, sum koma í gildi 1. januar 2022.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 22. desember 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)