Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. apríl 2014Nr. 22
Kunngerð um broyting í kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin)
(Endurnýtslu av próvtøkuspurningum til munnliga próvtøku)
§ 1
Í kunngerð nr. 8 frá 22. januar 2013 um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 12, stk. 4 verður orðað soleiðis:
”Stk. 4. Próvtøkuspurningar til eina munnliga próvtøku skulu próvtakararnir fáa við lutakasti, um ikki annað er ásett. Lutakast vil í hesum sambandi siga, at við próvtøkubyrjan liggja allir próvtøkuspurningar frammi og hvør próvtakari velur sær ein próvtøkuspurning, so hvørt próvtøkan fer fram. Talið av próvtøkuspurningum skal í minsta lagi vera tríggir fleiri enn próvtakaratalið. Sami próvtøkuspurningur kann vanliga ikki lutast út meir enn einaferð, um ikki annað er ásett í námsætlanini fyri próvtøkulærugreinina.”
2. § 41, stk. 4, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) Í lærugreinum á A-stigi, sum hava skrivliga og munnliga próvtøku, skal næmingurin í minsta lagi upp í antin skrivligum ella munnligum. Mentamálaráðið staðfestir eftir einum raðfestum lista, hvørjar lærugreinar talan er um, og ásetir um próvtøkuformurin skal vera skrivligur ella munnligur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 7. apríl 2014
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)