Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mars 2021Nr. 22
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Koppseta aldursbólkin 65-84 ár og koppsetingarstøð)
§ 1
Í kunngerð nr. nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verða sum nr. 7-9 sett:
“7) Persónum í aldrinum 80-84 ár.
8) Persónum í aldrinum 75-79 ár.
9) Persónum í aldrinum 65-74 ár.”
2. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Koppsetingarnar fara fram á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúkrahúsverkið kann harumframt skipa koppsetingarnar á øðrum stað.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 10. mars 2021
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)