Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mars 2002Nr. 22
Kunngerð um broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum
§ 1
Í kunngerð nr. 11 frá 14. februar 2002 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, nr. 2) verður orðað soleiðis:
“2) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er fiskiførum størri enn 80 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, ikki loyvt at veiða við línu millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48”N, 07°26'00”V) og 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11”N, 07°12'30”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum.”
2) § 1, nr. 5) verður orðað soleiðis:
“5) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti, veiða við snellu, snøri og tráðu tó undantikin, millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62°18'11”N, 07°12'30”V) og 360° rættvísandi úr Kallinum (62°22'15”N, 06°48'20”V) og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, 15. mars 2002
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kaj P. Mortensen (sign.)