19. februar 2003Nr. 22
Kunngerð um meirvirðisgjaldsskylduga sølu av bókum, sum broytt við kunngerð nr. 14 frá 21. februar 2017
Við heimild í § 12, stk. 6 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1. Meirvirðisgjaldsskyldug søla fevnir ikki um sølu av bókum, ið hoyra undir vøruflokk 4901 ávikavist 4904 í toll- og vøruskránni.
§ 2. (Strikað).
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 109 frá 3. oktober 1994 frá Føroya Landsstýri um meirvirðisgjaldsskylduga sølu av bókum.
Fíggjarmálaráðið, 19. februar 2003
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
Petur Alberg Lamhauge (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 14 frá 21. februar 2017.