19. mars 2019Nr. 22
Kunngerð um næmingagjald fyri skúlatilboð fyri ung, ið bera brek
Við heimild í § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 67 frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki, sum broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 22. mai 2015, verður ásett:
§ 1. Næmingarnir rinda fyri at búgva á skúlanum. Næmingagjaldi er kr. 3.500 um mánaðin í 10 mánaðir.
§ 2. Umframt næmingagjaldið sambært § 1 gjalda næmingarnir sjálvir fyri:
1) viðgerðir og persónliga røkt, sum ikki hevur við skúlatilboðið at gera,
2) telefon og telduútreiðslur til privata nýtslu,
3) ferðing til egna nýtslu,
4) ferðaseðlar og atgongumerkir til tiltøk, sum ikki hava við skúlatilboðið at gera,
5) bøkur, bløð o.a. til egið undirhald,
6) námsferðir,
7) gjald til frítíðartilboð, og
8) lummapening annars.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 19. mars 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)