Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. februar 2025Nr. 22
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum
(Broytingar í ásetingum um samstarvsráð)
§ 1
Í kunngerð nr. 101 frá 17. juni 2021 um útbúgving av fólkaskúlalærarum, sum broytt við kunngerð nr. 107 frá 25. juni 2021, verður § 13 strikað, og í staðin verður sett:
“§ 13. Landsfólkið setur eitt samstarvsráð fyri útbúgvingina til fólkaskúlalærara. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til fólkaskúlalærara og av fólkaskúlalærarayrkinum sum heild.
Stk. 2. Ráðið verður mannað við:
1) einum umboði, ið landsstýrisfólkið velur,
2) einum umboði, ið Kommunufelagið tilnevnir,
3) einum umboði, ið Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir,
4) einum umboði, ið Føroya Lærarafelag tilnevnir,
5) einum umboði, ið Fólkaskúlaráðið tilnevnir,
6) einum umboði, ið Undirvísingarstýrið tilnevnir,
7) einum umboði, ið NÁM tilnevnir,
8) einum umboði, ið Skúlaleiðarafelagið tilnevnir,
9) einum umboði, ið Sernám tilnevnir, og
10) einum umboði, ið tey læraralesandi velja.
Stk. 3. Partarnir tilnevna, so vítt møguligt, ein mann og eina kvinnu.
Stk. 4. Ráðið verður sett fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Einstakir ráðslimir kunnu verða endursettir.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið velur formann og skrivara í ráðnum. Ráðið ger sjálvt sína starvsskipan.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 28. februar 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)